Tænið við gleði

Skrivað: Ámundur Berthelsen

“Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum!” (Róm 12,11)

Her talar Paulus ikki einans til Rómverja, men til øll trúgvandi, tí sum trúgvandi hava vit øll fingið til uppgávu at tæna Harranum á ymsan hátt. – Tí mugu vit biðja hann vísa okkum á ta uppgávu, hann hevur lagt til okkara; og so ger tað minni um uppgávan, vit hava fingið, tykist at vera stór ella lítil, tí tað, sum hann krevur av okkum sum húshaldarar, er: at húshaldarar hansara roynast trúgvir (1. Kor 4,2)

Tænið tí Harranum við gleði. Og so sigur Paulus her: verið ikki linir í áhuga tykkara. Hvussu eru vit so, og hvussu roynast vit her? – Eru vit ikki mangan bæði køld og lin í áhuga, tá ið tað snýr seg um at tæna Gudi, tá ið hann vit hava okkum at tæna sær og vitna um seg. – Hetta mugu vit helst øll ásanna, tíverri.

Síðan sigur Paulus: verið brennandi í andanum. Skulu vit klára hetta, tá mugu vit søkja okkum styrki frá Kristusi í hansara orði – í tí heilaga samfelagnum.

Men henda møguleika eiga vit. Latum okkum tí nýta hann dúgliga og ikki vanrøkja bíblilesnaðin ella hitt heilaga samfelagið, tí bæði hava vit brúk fyri samfelagnum, og samfelagið hevur brúk fyri okkum.