Tak orðið upp á orðið

Skrivað: Rósalind Olsen

“Og sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda” (Matt 28,20b)

Tað er so ymiskt, hvussu vit uppliva Gud. Nøkur uppliva hann altíð nær, meðan onnur viðhvørt uppliva, at hann er so langt burtur, at hann ikki kann røkka teimum.

Vit kenna hetta eisini frá gerandisdegnum. Vit kunnu vera í sama rúmi sum ein annar persónur, men kortini eru vit so langt burtur, at vit ikki náa hvør annan.

Tað er gott at vita, at Gud ikki er bundin av, hvussu vit uppliva hann. Tá hann hevur sagt, at hann er við okkum, so er hann við okkum! Líka mikið hvussu vit kenna tað.

Vit hava øll upplivað, at gerandisdagurin og lívið kennast trupul á einhvønn hátt. Tá er gott at vita, at Jesus sigur: Eg eri við tykkum allar dagar.

Ofta gloyma vit at taka orðið upp á orðið. Vit gloyma at fortelja okkum sjálvum, hvat orðið sigur.

Latið okkum minnast til at minna okkum sjálv, og onnur, á øll tey ríku lyfti, hann hevur givið okkum.