Tín himmalski faðir hevur umsorgan fyri tær
“Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?” (Matt 6,26)
Til tíðir kann Gud tykjast at verða langt burturi, og okkara dagligi ótti og stúran kann tykjast týdningarleyst yvirfyri Gudi. Vit kunnu hugsa, at Gud hevur annað at gera enn at taka sær av júst mínari støðu. Hetta er so smátt, hetta má eg sjálv/ur royna at klára. Vit kunnu kenna okkum gloymd av Gudi.
Jesus biður okkum hyggja at skaparaverkinum og síggja, hvørja umsorgan Gud hevur fyri fuglunum. Við hesum vil hann vísa okkum, at Gud als ikki er líkasælur. Vit eru krúnan av skaparaverkinum – skapaði í hansara mynd. Jesus sigur: “Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar.” (Matt 10, 29-31)
Gud hevur umsorgan fyri tær, og Hann sær, hvørjari støðu tú ert í. Hann ynskir samfelag við teg. Jesus hevur goldið tína skuld á krossinum á Golgata, tískil kanst tú koma, júst sum tú ert. Hann ynskir at veita tær hvílu.
“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.” (Matt 11,28-30)