Tora vit at stíga út úr bátinum?
”Men Pætur svaraði honum og segði: Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum. Men hann segði: Kom! Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir til Jesus” (Matt 14,29).
Tora vit at taka Jesus upp á orðið? Jesus gevur okkum so nógv lyftir í bíbliuni, um at hann skal vera við okkum, at vit ikki skulu stúra. Men hvussu mong av okkum tora at gera eins og Pætur og stíga út á vatnið, tí at Jesus bað hann koma? Hetta ljóðar so einkult, men tað er so trupult, tí okkara vit og skil sigur okkum, at hetta eigur ikki at bera til. Og tíverri lurta vit alt ov ofta eftir okkara/heimsins viti og skili, heldur enn at stíga út á Guds lyftir. Hvussu mangan hava vit ikki hoyrt fólk siga frá, hvussu tey megnaðu eitt hvørt, sum var dømt til at miseydnast? Men tey høvdu sett sítt álit á Gud, og har var ongin onnur frágreiðing uppá, hvussu hetta eydnaðist, annað enn, at har mundi ”hægri vald” hava verið uppií. Mangan kunnu vit eisini freistast til at hugsa, at Gud er ikki tann sami í dag, sum hann var, tá vit lesa um hann í skriftini. Men her fara vit skeiv. Gud er hin sami, um aldur og allar ævir, og hansara lyftir standa eisini við.