Ferðaupplivingar hjá ungum studenti

”Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína.”
Orðt.3,5-6

 

 

Ein ungur studentur í Amerika var á veg heim frá universitetinum. Á leiðini fór hann inn á eitt hotell. Verturin segði við hann: ”Tað harmar meg, men vit hava bara eitt kamar til avlops, og tað liggur upp at einari sjúkrastovu. Ein ungur maður liggur fyri deyðanum inni har. Tað er bara ein tunnur veggur ímillum. Eg veit ikki, um tygum leggja í at fáa tað?”

 

”Á, tað nervar meg ikki,” segði studenturin. Hann fór til songar, men tað var honum ógjørligt at sovna. Hann hoyrdi nú skilliga stunanina frá tí sjúka og fótafetini hjá sjúkrasystrini.

 

Hann fekk ikki sovið. Ein løgin ófriður kom á hann. Hann skammaðist av hesum. Hann kallaði seg annars fríteinkjara til stóra sorg fyri foreldur síni. Pápi hansara var prestur og hevði glett seg ómetaliga til, at sonurin skuldi gerast prestur. Hann mintist enn djúpu sorgina hjá faðirinum og bønirnar og tárini hjá móðurini, tá ið hann, síðstu ferð hann var heima í frítíðini, segði teimum, at hann ikki fekk seg at trúgva, at eitt lív var eftir hetta.

 

Hann skammaðist um ófrið sín; men hann slapp ikki frá tí tankanum, at har inni lá onkur fyri deyðanum – og hvat nú, um okkurt kortini var eftir deyðan? Hvat hevði Ellison hugsað, um hann hevði sæð hann so óttafullan? Ellison var ein av vinmonnum hansara á lærda háskúlanum. Tað var hann, sum serliga hevði fingið hann at gerast fríteinkjara.

 

Ja, hvat hevði hann hugsað? – ”Tað er eisini tápuligt. Eg havi einki at óttast,” segði hann.

 

Hinumegin veggin gjørdist stunanin hjá tí sjúka veikari og veikari. At enda gjørdist púra kvirt. Men hesin ungi studenturin fekk ikki sovið. Tað tyktist, sum náttin ongan enda fekk. Endiliga kom morgunin. Tá ið studenturin kom niður, spurdi hann vertin, hvussu stóð til við tí sjúka. ”Hann er deyður, stakkalin. Læknin hevði eisini sagt, at hann fór ikki at liva náttina av,” var svarið.

 

”Vita tygum, hvør ið hann var?” spurdi studenturin. – ”Á, tað var ein studentur frá lærda háskúlanum í Providence, hann bleiv sjúkur á gjøgnumferðini,” svaraði verturin. Hin hvakk við, hann gekk nevniliga á sama skúlanum. ”Hvat æt hann, meðni?” – ”Ellison,” svaraði verturin, ”kendu tygum hann?”

 

Hesin ungi maðurin stóð sum lamsligin. Tað var jú vinmaður hansara, tann vinurin, sum hevði fingið hann at avnokta. Tað gingu nógvir tímar, áðrenn hann orkaði at fara avstað aftur. Allan vegin heim ljóðaði tað inni í hjartanum: ”Deyður – og hvussu? – Glataður, glataður!” Allur hansara stolti tankabygningur var farin í sor. Hann kom til hús, púra broyttur – sundursoraður, fullur av ótta og niðurtyngdur av syndaskuld. Hin gamli pápin hevði eitt kært arbeiði teir komandi dagarnar at halda fram Guds fyrijáttanir og lyfti, til sonurin fann frið í trúnni á Jesus. – Sonurin gjørdist seinni ein tann størsti trúboðarin í hesi øld: ”Birma Ápostul”. Navn hansara var Adoniram Judson.

 

”Harri, tú tøldi meg, og eg læt meg tøla…”(yvirtala). Jer.20,7
E.Campbell umsetti