Trúgvin og næstin

Skrivað: Petur Absalonsen

So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists.
-Róm. 10,17

Vit menniskju eru ofta sera skjót at siga, at eg trúgvi, men tá tað kemur til at lesa Guðs orð og fara á
møti, so er tað ikki altíð líka lætt at fara til verka, sum at konstatera, at vit trúgva. Men hetta hongur
ikki heilt saman, tí í Rómverja brævinum sigur Paulus, at trúgvin kemur frá tí ið verður hoyrt, og
tað vit hoyra kemur gjøgnum Guðs orð.

Tá tey flestu í Føroyum eiga eina Bíbliu, so eiga vit kelduna til tað kristnu trúnna. Tískil er tað so
týðandi, at vit seta okkum at granska í Guðs orði, so vit koma at kenna Harran betur, Men eisini so
at vit kunnu blíva ein kelda av Guðs orði fyri næsta okkara. Tí eftir at eg havi fingið mítt samband
við Guð uppá pláss, so er mín størsta uppgáva at røkja mína trúgv, og so deila hana við næstan, so
hann eisini kann møta Guði uttan ótta tann eina dag.

So lat okkum søkja Guð, bæði í orðinum og tá vit koma saman við okkara brøðrum og systrum í
Harranum, so vit kunnu trúgva og leiða okkara næsta til Harran.