Trýrt tú hesum?
“Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?” (Jóh 11:25)
Tað, sum eg steðgaði við í ørindinum, er, at Jesus sigur, at hann er uppreisnin og lívið. Fólk nú á døgum hugsa bert um at liva hetta lívið og geva sær ikki fær um ævinleikan. Vit hava ein veg inn til lívið, men vit hava tveir vegir út úr lívinum. Trúgva vit á Jesus, ið er uppreisnin og lívið, koma vit til himmals, og vit koma at liva í ævir saman við Gudi. Men um vit ikki trúgva á Jesus, so verða vit glatað í allar ævir. Tað er eisini eitt, fólk ikki geva sær fær um – at tað er eitt ævigt lív uttan Jesus, og tað mugu vit ansa eftir, tí at djevulin arbeiðir hart fyri at fáa okkum burtur frá Gudi. Tí er tað so uppmuntrandi at lesa, at Jesus sigur: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?»