Tú hevur eisini fingið ein matpakka

Skrivað: Heðin Arge

”Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava” (Jóh 6,11).

Eitt av teimum heilt stóru undrunum, ið Jesus gjørdi, meðan hann var her á jørðini. Stórar mannamúgvur fylgdu eftir honum. Hesaferð var onki undantak, og enn ein stór mannamúgva var komin saman um Jesus. Men eins og menniskju flest, so gjørdust hesi fólkini svong, tá ein góð løta var fráliðin.

Ein smádrongur kemur við sínum lítla matpakka og gevur Jesusi hendan matpakkan. Og øll verða mett.

Hví? Tí Jesus gjørdi eitt undur. Men eisini tí at ein smádrongur kom við tí lítla matpakkanum, sum hann hevði.

Tú hevur eisini fingið ein matpakka. Kanska er hann stórur og flottur, ella kanska er hann lítil og neyðarsligur. Hesin lítli matpakkin hjá smádronginum mettaði fleiri túsund fólk.

Hvat hevur tú? Jesus kann brúka teg. Hann vil brúka teg. Hóast tað lætt kann hugsast, at hesin matpakkin kann ikki brúkast til annað enn mín sjálvs, so kom til Jesus við honum. Kom til Jesus við tí, sum tú hevur, og lat hann brúka teg sum eitt amboð í síni hond.

Hvat eg kann brúkast til? Eg má søkja Gud og biðja um styrki og vísdóm. Matteus 6,33: ”Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.” So Gud kann vísa mær, hvat eg kann, og at eg kann verða eitt amboð hjá honum. ”Her eri eg, send meg!”

Hetta er ein møguleiki at metta nógv túsund menniskju. Hvat hevur tú? Kanska tú bara hevur ein ”lítlan matpakka”, men hann kann verða til stóra signing fyri nógv. Kom tí til Jesus við tí, sum tú hevur. Tosa við Gud um tað, bið hann brúka teg. Kom til Jesus við tí, sum tú hevur. Hann kann brúka teg at metta onnur!