Tú skalt ikki stúra

Skrivað: Dann Johannesen

Vit menniskju hava tað lætt við at stúra.

Vit stúra fyri metum í skúlanum, hvørja útbúgving vit skulu velja okkum, um vit hava valt okkum tann rætta makan og so framvegis.

Jesus sigur í Matteus kapittul 6 ørindini 25 til 34, at vit ikki skulu stúra, men hava álit á Gudi, so skal hann lata hurðar upp og aftur.

Tað eru mong dømir í bíbliuni, har Gud hjálpir tænarum sínum. Vit lesa um Dánjal, hann bleiv tveittur inn til leyvurnar, og vinmenninir vórðu tveittir inn í ovnin, men einki hendi teimum, hví? Jú, teir høvdu sett sítt álit á Harran, og teir vistu at einki fór at henda, tí Gud var við teimum.

Vit lesa eisini um Elia. Gud bað hann fara til ánna Krit, tí turkur fór at koma til Ísrael (1. kong 17) Elia ger, sum Gud sigur og fer avstað. Hann kemur til ánna, og Gud hevur biðið ravnar koma við breyði um morgunin og kjøti um kvøldi.

Gud syrgdi fyri Dávidi, vinmonnunum og Elia tí teir allir fylgdu Gudi og góvu honum æruna fyri alt. Gud ansar eftir øllum, sum vilja tæna honum av hjarta, sál og sinn.

So hevur tú lagt lív títt í Guds hond, tá hevur tú onga orsøk til at stúra longur.