Umstøður broytast, hann er hin sami
Vit siga so ofta, at “einki er sum fyrr”, sum um alt er nýtt og øðrvísi, og vit liva í einum heimi, har alt er í broyting. Tó sigur bíblian, at einki er nýtt undir sólini.
“Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; einki er nýtt undir sólini” (Præd 1,9).
Í einum sangi ljóðar tað soleiðis: “Tíðirnar skifta, men hann er hin sami, umstøður broytast, men hann broytist ei”. Ja, Gud er hin sami í dag sum í gjár og til allar tíðir. Við at biðja til hann og lesa í hansara orði koma vit at kenna hansara vilja við okkum í tíðini, vit liva í nù.
Gott er at vita, at hóast nógv hendir rundan um okkum, og vit hava lyndi til at stúra av øllum broytingunum í tíðini, so broytist ongantíð tann sannleiki, at Jesus er deyður fyri okkum, og at vit verða frelst við trúgv á Jesus Kristus og hann krossfestan.
“Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir” (Hebr 13,8).
Bøn: Takk Jesus fyri, at tú ert tann sami, takk fyri at tú hevur lovað at vera við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Vælsigna og varðveit land og fólk okkara, halt tína verndarhond yvir okkum. Amen