Uppgávan hjá foreldrum

Skrivað: Etly Nord Højgaard

Vit eru foreldur við einum 3 ára gomlum og einum nýføðingi. Hvat eru vit ikki takksom fyri at hava fingið okkara dreingir frá Gudi! Síðani vit gjørdust foreldur, havi eg funnið útav, at tá tað kemur til barnauppaling, er ikki bara eitt rætt og eitt skeivt svar. Tað finnast óteljandi bøkur og greinar, sum royna at greina og koma við uppskotum til, hvussu vit foreldur kunnu hjálpa okkara børnum at mennast og fáa bestu fortreytirnar í lívinum.

Vit skulu taka avgerðir um alt frá soving til skermtíð, og ein grein ella eitt uppslag á Facebook skal nokk koma við einum boði uppá, hvussu tú klárar hetta rættast. Øll vilja vit jú velja tað besta fyri okkara børn, tí tað er umráðandi, at okkara børn verða so væl klødd sálarliga og likamliga til lívið. Mín vón er, at vit leggja líka nógva orku í teirra andaliga lív, sum hinar partarnar av lívinum. Vit hava í dópinum gróðursett børnini í Jesusi, og tað er okkara uppgáva at varðveita tey í trúnni á Gud. Dagliga at vera eitt vitni í lívinum hjá mínum børnum er ein stór og týðandi uppgáva.

Faðir í himli, hjálp mær hvønn dag at vísa børnunum á teg í orðum og gerðum!