Vælsignilsið av forfylging
Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. (Matt. 5,10).
Forfylging, enntá at gerast pínslarváttur, hevur gjøgnum øldirnar verið avleiðingin av at vera lærusveinar Jesu Krists. Í nógvum londum líða trúgvandi framvegis fongsulsrevsing og deyða fyri teirra heilhjartaðu avgerð at fylgja frelsaranum. Sjálvt í londum við trúarfrælsi, kann ein sum er fús/ur at vitna um Harran blíva spottað/ur. Tá ið vit uppliva trongdir vegna okkara kristnu trúgv, er einki ørindi í skriftini so uggandi sum hetta orðið úr sæluprísanunum frá frelsara okkara “Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. (Matt. 5,10)”.
Einaferð í lívinum var bretski prædikumaðurin Charles Haddon Spurgeon fyri so hørðum atfinningum, at hann næstan bleiv tungur í huga. Kona hansara valdi tá at skriva sæluprísanirnar á eitt stórt ark og festi tað oman fyri song teirra. Tað fyrsta Spurgeon sá, tá hann vaknaði, og tað seinasta hann las um kvøldið vóru sæluprísanirnar frá frelsaranum.
Er tú troytt/ur av at líða fyri at vera eitt trúfast vitni? Besta móteitrið er hetta einastandandi lyfti “Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir”.