Vektin vísir bara sannleikan
Tað kann vera øgiliga hart, tá sannleikin verður lagdur fram fyri okkum, tí sannleikin særir.
Vit eru nokk fleiri, sum aftra okkum at traðka uppá vektina, tí vit eru bangin fyri, hvat hon fer at vísa. Vit kunnu lata vera við at seta fótin á vektina og so liva í tí vón, at pundini renna av. Trupulleikin er bara tann, at sum oftast eru tað ynskidreymar heldur enn sannleikin, vit fyrihalda okkum til. Hetta tí sannleikin særir.
Á sama hátt eru fleiri, sum taka frástøðu frá Guds orði, tí tað særir at hoyra, at tey eru heldømdir syndarar, sum hava tørv á umvending. Summi venda Gudi bakið, meðan onnur royna at broyta og fríðka um boðskapin, so hann verður meira átiligur.
Trupulleikin er bara tann, at tað ikki longur er sannleikin, vit fyrihalda okkum til. Líka sum við vektini eru tað óveruligar ynskidreymar, vit byggja okkara lív á. Men sannleikin er tann sami, sjálvt um vit royna at evna til ein annan sannleika.
Á sama hátt sum við vektini, so vísir Guds orð sannleikan. Fyrihald teg til sannleikan í Guds orði, tí sannleikin ikki bert særir, men sannleikin er eisini mentur at seta í frælsi.
”og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum” (Jóh 8,32).