Vel Jesus

Skrivað: Sveinur Thomassen

”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).

Gud gav okkum Jesus, sín einborna son. Hetta var ikki, fyri at vit skulu føla okkum illa og bundnan niður av teimum keðiligu tingunum og syndum, ið merkja okkara lív. Nei, hetta var, fyri at vit skulu verða sett frí og fyri at vit skulu siga ja til lívið. Lívið saman við Jesusi. Hetta er eitt lív, sum veruliga er vert at liva.

Vit skulu ikki vera bangin fyri at møta okkara Jesusi. Hann hevur sagt í sínum orði: Komið til mín øll tit, sum tysta, eru svong, og tit, sum ongan góðan hava, eg vil geva tykkum hvílu. Eg vildi so innarliga ynskt, at vit menniskju skiltu hetta. Gud er kærleiki, ikki fordømandi, men við opnum útbreiddum ørmum stendur hann og tekur ímóti tær. Legg títt lív í hansara hendur, og tú skal sanna, at Gud er trúfastur og svíkur teg ikki. Hann letur teg ikki vera eina, men er hjá tær og ber teg, tá tú følir teg mótleysan, sjúkan og troyttan.

Eg velji fyrr Jesus.

 

Eg velji fyrr Jesus enn gull og fæ, nógv betri er hann enn øll ogn í dag.

Eg velji fyrr hann og um lívsins lond at leiðast av hansara særdu hond,

enn eitt kongadømi at eiga her, hvar ið syndin valdið vann.

Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt, sum verðin bjóða kann.

Eg velji fyrr Jesus enn heiður mans, nógv størri er æran at vera hans.

Eg velji fyrr hann og tann dýra frið, sum kennist, har Frelsarin fylgist við,

enn at njóta syndina stutta tíð og ta fragd, hon veita kann.

Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt, sum verðin bjóða kann.

Eg velji fyrr Jesus, tí um eg skal ígjøgnum deyðskuggans dimma dal,

so verður júst hann, sum eg valdi her, mín keppur og stavur og við mær fer

inn í lívsins æviga, ljósa stað, til tann bústað, hann mær vann.

Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt, sum verðin bjóða kann.

Orð: Oscar Bernadotte / Rhea F. Miller Lag: George Beverly Shea

Týtt: Petur William Háberg