Vend tær til Jesus, og hann vil vælsigna

Skrivað: Kristianna Johannesen

"Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar" (Matt 14, 17)

Frásøgnin um breyðundrið er kent. Stór mannamúgva hevði skunda sær aftaná Jesusi og lærusveinum hansara fyri at fáa lærdóm av honum.

Tá kvøldið nærkaðist, komu lærusveinarnir til Jesus, tí teir sóu tann likamliga tørvin hjá mannamúgvuni. Teir hoyrdu, tey tosa um svongd og funnu útav, at tað bert var ein smádrongur, sum hevði mat við. Lærusveinarnir høvdu álit á Jesusi, tí fóru teir til hansara og søgdu frá hesum.

Vit kunnu eisini hava álit á Jesusi og koma til hansara við øllum, sum liggur okkum á sinni.

Jesus spurdi, hvussu nógvan mat tey høvdu. Vit kenna svarið: fimm breyð og tveir fiskar. Lærusveinarnir hugsaðu, tað var alt ov lítið av mati og vildu senda fólkið avstað.

Jesus visti ráð. Hann vildi vísa bæði lærusveinunum og mannamúgvunum nakað annað. Hann bað um at fáa matin til sín.

Mannamúgvan settist niður í grasið. Jesus tók matin, leit til himmals og vælsignaði hann. Tað eru mong menniskju, sum hava upplivað og kunnu vitna, hvussu Jesus hevur vælsignað tey. Tá tað sá út at vera lítið til av mati, pengum ella øðrum, og tey vendu sær til Jesus, so vælsignaði hann tað, tey høvdu, og tað varð nokk.

Vit eiga tí at minnast til at takka Jesusi fyri allar hansara signingar móti okkum.

Harrin vil vælsigna teg,

Hann vil teg varðveita

inngang tín og útgangsveg,

hvar tú enn manst leita!

MS 750 v. 1