Við Jesusi hava vit frið við Gud

Skrivað: Ann Thomsen

“Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud við harra okkara, Jesusi Kristi” (Róm 5,1).

Frið við Gud. Orðið friður verður nýtt í ymiskum týdningum. Nú er friður/ friðarligt, friður millum menniskju, friður í hjartanum. Her verður tosað um frið við Gud. Hesin friður er tann mest avgerandi friðurin, vit kunna tosa um.

Tá Eva og Ádam fullu í synd, kom ófriður millum okkum og Gud. Syndin skapar ófrið og skilnað. Henda støðan var ótolandi hjá Gudi, tí hann elskar okkum menniskju. Tí sendi Gud okkum Jesus. Jesus bleiv føddur við tí endamáli at doyggja á krossinum fyri tínar og mínar syndir. Jesus rópti á krossinum: “Tad er fullgjørt!” Jesus reis upp aftur triðja dagin og sigraði á tí ónda. Tók burtur ófriðin millum okkum og Gud. Við trúgv á Jesus sum okkara frelsara hava vit fingið frið við Gud og eru rættvísgjørd.

Gud er rættvísur. Um vit í okkum sjálvum skuldu standa rættvís fyri honum, krevur hann, at vit halda alla lógina. Hetta er okkum ómøguligt. Við rættvísgeringini í Kristus Jesusi er syndin strikað og burtur. Vit eru fríkend. Gud sær teg og meg ígjøgnum Jesus, og vit eru rein og syndafrí. Hetta er galdandi fyri øll menniskju. “Jesu blód reinsar frá allari synd” (1 Jóh 1,7b).

Endamálið er, at vit ein dag skulu vera saman vid Gudi allar ævir. Fyri at náa málinum er neyðugt dagliga at søkja Gud í orði og bøn og dagliga at biðja um syndanna fyrigeving. Tá vit lesa í Bíbliuni, finna vit styrki, uggan og vegleiðing til at verða varðveitt í trúnni.

”Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Jóh 14,27)

”Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,7).

Bøn: Gud, takk fyri tín kærleika og at tú sendi okkum Jesus.