Virðismeta vit alt, sum Gud gevur okkum?
Einaferð skuldi eg hava eina framløgu um spurningin: Hvussu heldur tú, at Gud sær Føroyar?
Góður spurningur, og ein kundi svara alt møguligt poetiskt og vakurt. Men tað var tann eini tankin, sum bleiv við at mala í høvdinum: Eg eri bangin fyri, at Gud sær okkum sum nakrar forkelaðar ótangar!
Vit, sum búgva her, hava alt. Vit hava nóg mikið av mati, klæðum, tak yvir høvdið, eina rúgvu av nógvum øðrum materialistiskum lutum og eina sosiala skipan, sum loftar okkum, skuldi okkurt komið tvørt fyri, samstundis sum vit hava talu- og trúarfrælsi. Ein skuldi trúð, at vit øll vóru eydnusom og sveimaðu á einum ljósareyðum skýggi. Men so er ikki, vit grenja kortini; spurningurin er, um vit yvirhøvur virðismeta alt, sum vit hava; duga vit at síggja, hvussu vælsignað vit eru við øllum tí, sum vit hava?
Minnast vit til at takka Gudi fyri, at vit hava tað so gott? Eru vit takksom fyri allar teir møguleikarnar, sum vit hava her á landi? Ella ganga vit og gremja okkum um ta einu delluna, sum vit hava ov nógv, ella at eg bert havi eina Iphone7 og ikki eina Iphone X?
Góði Gud, hjálp mær at verða takksamur fyri alt tað góða, tú hevur vælsignað okkum við her í Føroyum.
Lukas 12,34: ”Tí at har, sum skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera.”