Vit biðja til ein rættvísan Gud

Skrivað: Jógvan Fríðriksson

“Svara mær, tá eg kalli, rættvísis Gud mín! Í trongd vanst tú mær rúmd, so náða meg og hoyr mína bøn!” (Sl 4,2)

Ørindið, vit lósu, vísir skaldið staddan í neyð. Og tó er støðan væl betri enn áður, tí í trongd hevur Harrin vunnið Dávidi rúmd. Tað er lættari at liva nú enn áður. Neyðin er linkað, og bønin hevur Guds náði sum innihald.

Fjórði sálmur er torførur at tíðarfesta. Hann er tíðarleysur, og hóskar væl til afturvendandi lesnað. Lívið er eitt skifti millum ljós og myrkur. Tað skýmir á leiðini, og so er aftur ein glotti.

Áhugavert er at varnast, at Gud verður nevndur “rættvísis Gud mín”. Í hesum orðum liggur nakað heilt avgerandi. Trúgvin trýr á ein Gud, ið er rættvísur og hvørs dómar eru órannsakandi. Tað er ein fortreyt og ein hin fremsti eginleikin, ið skriftin sigur um Gud Ísraels, ið er Jesu Kristi faðir. Í hesum heiti liggur trúvirðið hjá Gudi – hann heldur seg til sakina og sannleikan.

Tá skaldið so mangan í sálmabókini kærir sína neyð og bønar um hjálp móti fíggindum sínum, so er bønin borin einum “rættvísum Gudi”. Við tað at Gud er rættvísur, torir skaldið at tosa við Gud frítt og uttan fyrivarni, tí hin rættvísi Gud veit sjálvur at svara bønini á ein rættvísan hátt. Gud metir um tingini, og bæði skaldið og fíggindar hans vekta líka yvir fyri Guds ásjón. Bønin verður svarað í rættvísi og við rættleika, so sum Gud sjálvur metir.

Á ein hátt minnur hugtakið “rættvísis Gud mín” á bønina í Jesu navni. Tá vit biðja í Jesu navni, biðja vit Jesus svara bønini, so sum hann sjálvur sær er skilabest.

Í bønini “faðir vár” biðja vit í triðju bøn: “Verði vilji tín sum í himli so á jørð!” Nøkunlunda soleiðis bað Jesus, tá hann var staddur hina kvølfullu løtuna í Getsemane urtagarði: “Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!” (Matt 26,39)

Tað er unniligari at vera eitt gudsbarn, tá vit frítt kunnu tosa við Gud, sum í sínum “rættvísi” svarar bønini. Tá Gud er góður við øll, er tað ikki vist, at hann revsar mótstøðufólk okkara. Tað veldst um, um vit sjálv standa í sannleikanum. Og sannleikin hevur eitt navn – hann eitur Jesus Kristus!