Vit eru eitt

Skrivað: Herta Skarðhamar Chang

Tey flestu av okkum kenna allar helst ørindini í Fyrra Korintbrævi kapittul 12, har Paulus prátar um Guds likam. Áðrenn Paulus skrivar um likam Krists, leggur hann dent á, hvussu týdningarmikið tað er at kenna til tær náðigávur og tænastur, Gud hevur givið okkum. Serliga eitt er týdningarmikið – allar hesar gávur og tænastur koma frá Gudi, og virka eftir sama anda.

Gud vísti mær eina mynd í einari sjón av likami hansara, hvussu tað flutti seg. Hann minti meg á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit viðurkenna tær náðigávur/tænastur Gud hevur givið okkum og okkara næsta og uppbyggja og eru takksom fyri hvønn annan. Tí tað er so skjótt, at vit taka okkara eyga av Gudi og verða øvundsjúk, tí illimaður roynir at fortelja okkum, at vit ikki eru nóg góð, ella at vit eru nógv betri enn hini, og við tí niðra vit onnur ístaðin fyri at uppbyggja tey.

Latum okkum festa okkara eygu á okkara skapara, og latum okkum geva honum pláss at virka í okkara hjørtum! Hetta er við til, at vit finna okkara “pláss” í Guds likami (samkomu/kirkju/runt heimin) og kunnu lyfta hvønn annan upp heldur enn at bróta niður. Guds likam í síni heild kann tá gerast meira og meira fullkomið fyri hvønn dag, ið fer aftur um bak.