Vit eru ferðafólk í hesum heimi
Vit menniskju eru einans á ferð ígjøgnum henda heim. Hetta er ikki okkara ásetta heim, tí okkara heim er hjá Jesusi. Tá hann doyði á krossinum, fór hann til Himmals at gera okkum ein bústað tilreiðar.
Hvat gera vit so í hesum heimi? Vit eru Jesu lærusveinar og skula fara út og boða gleðiboðskapin um hann. Í Matteus 28:19 stendur: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda,” hetta er tað, ið Gud ynskir við okkara lívi. Vit skula vísa øðrum menniskjum á Jesus. Vit eru her einans í eina stutta tíð, so hvat brúka vit tíðina til? Tað er lætt at verða drigin av heiminum og einans hugsa um alt tað, ið heimurin hevur at bjóða. Vit vilja hava eitt gott arbeiði, eina góða familju, eiga nógvar pengar og so framvegis. Men hvat hevur alt hetta at siga, tá vit ein dag standa frammanfyri Gudi?
Í Matteus 6:19-20 stendur: “Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala.”
Gud sær einans okkara hjarta. Tá vit fara herfrá, fer hann ikki at síggja, hvussu nógvar pengar vit áttu á bók, hvussu gott arbeiði vit høvdu, ella hvussu nógvar vinir vit høvdu. Hann sær okkara hjarta. Tí hevur tað so nógv at siga, at vit seta okkara fokus á hann. At vit nýta okkara stuttu tíð her á jørðini til at vísa menniskjum á hann. Vit eru einans ferðafólk ígjøgnum henda stóra heim og skula einans brúka nøkur fá ár her. Okkara ásetta heim er í bústaðnum, ið Jesus hevur gjørt okkum tilreiðar. Tí er tað okkara ábyrgd, sum lærusveinar, at vísa øðrum menniskjum á hann, so vit øll ein dag kunna liva saman í Himli!