Vit eru flytifólk

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi” (Hebr 13,14)

Tað er ein óvikandi sannleiki, sum øll hugsandi fólk innast inni vita: At hetta lívið ein dag er liðugt. Kortini er freistandi at liva og innrætta okkum, sum um vit altíð skulu vera her.

Men Guds børn hava eisini nakað at síggja fram ímóti, tá hetta lívið er liðugt – vit søkja tann komandi staðin, himmalin. Við deyða sínum í okkara stað og við uppreisn síni páskamorgun hevur Jesus vunnið okkum eitt ævigt lív saman við sær í gleði og gaman – tá skal alt altíð vera gott.

Lat okkum tí eisini liva okkara lív og innrætta okkum eftir hesum veruleika. Tí ein dag verður hann heilt ítøkiligur og sjónligur veruleiki.