Vit eru ljós – vit eru øðrvísi

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

”Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.” (Matt 5,14)

Eitt ljós sæst best í myrki. Um vit hava ein stóran bý, har streymurin er farin, og ein tendrar eitt stearinljós, sæst hetta eina lítla ljósið.

Ljós er tað mótsætta av myrkri, tó er tað sterkari enn myrkur. Um vit hava ein stóran upplýstan bý og eitt lítið ílat av myrki, síggja vit ikki myrkrið, tí ljósið í býinum lýsir.

Jesus sigur, at vit eru ljós heimsins. Tá vit geva okkara lív til hann, og hann gerst Harri í okkara lívi, verða vit ljós. Menniskju rundan um okkum eiga at síggja, at vit hoyra Jesusi til og eru øðrvísi enn tey, ið liva í heiminum.

Ljósið er tað mótsætta av myrkrinum. Vit eu ljós í heiminum. Vit eru tað mótsætta av heiminum. Vit eiga tí at vera øðrvísi.
Í atburði eiga vit at líkjast Jesusi og ikki menniskjum rundan um okkum.

Hetta er ikki bara lætt. Bið Gud um styrki og vísdóm til hetta. Hetta er ikki bara eitt uppskot upp á livihátt. Hetta eru boð frá Jesusi, Harra okkara.

”Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!” (Róm 12,2)