Vit eru rík, tá vit eru nøgd

Skrivað: Jónhild Djurhuus

“Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur;” (1. Tim. 6:6)

Hvør vildi ikki vunnið nógvar pengar í Gekkinum? Havt ein nýggjan lekkran bil? Átt ta nýggjastu snildfonina ella telduna? Átt eini lekkur hús við vøkrum urtagarði og hitapotti? Tað hevði eisini verið lekkurt við einum nýggjum báti til festivalar og annað. Jú, man kann tráa eftir nógvum, og tað er nokk ikki skaðiligt í sær sjálvum.

Men Guds orð sigur í 1. Timoteus 6, 8, at um vit hava mat og klæðir, so skulu vit vera nøgd við tað. Orðið sigur eisini í 1. Timoteus 6, 11, at vit heldur skulu tráa eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, áhaldni og spakføri. Hvat er tað? Kanska vit í dag og dagarnar, sum koma, burdu granska eitt sindur nærri, hvat hesi orðini merkja og biðja Jesus um, at vit mugu gerast rík í hesum.

Bøn: Góði Jesus, lær meg rættvísi, so at eg eri rættvís mótvegis mínum næsta. Hjálp mær at vera tær lýðin og trúgva á teg. Góði Jesus, kann eg fáa meir kærleika, so eg kann frøða og gera kærleiksverk mótvegis øðrum. Jesus eg biði um áhaldni til at gera tað góða og vera títt barn. Lær meg spakføri og mildni. Takk fyri mat og klæðir.