Vit eru skapað og keypt

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

Tað var einaferð ein lítil drongur, ið hevði gjørt sær eitt lítið skip, sum hann var sera errin av. Drongurin skundaði sær oman til sjógvin, tí hann vildi síggja skipið sigla. Komin oman til sjógvin setti drongurin skipið á vatnið og hugdi undrandi at tí. Men áðrenn hann varnaði tað, var báturin farin so langt út á hav, at hann ikki rakk eftir honum aftur. Við tárum í eygunum hugdi hann at skipi sínum, meðan tað spakuliga fór longur og longur út, inntil hann ikki sá tað longur.

Nakrar vikur seinni gingu drongurin og pápin framvið einum vindeyga, har hann sá sítt vakra skip. Drongurin rann inn í handilin og bað um sítt skip, men kassamaðurin segði, at tað kostaði 100 krónur. Drongurin vendi sær til pápan og spurdi um 100 krónur. Pápin gav honum ein seðil, so hann kundi keypa sær skipið. Tá segði drongurin ”nú eigi eg í øllum førum hetta skipið – tí nú havi eg bæði gjørt tað og keypt tað!”

Gud hevur skapað okkum. Hann evnaði okkum fullkomin og var sera errin av okkum. Men hann gav okkum frían vilja, og tað førdi við sær, at vit vendu honum bakið. Kortini sendi Gud Jesus og leyskeypti okkum. Gud hevur bæði skapað okkum og keypt okkum – so nógv elskar hann okkum.