Vit hava fingið alt, okkum tørvar

Skrivað: Herta Skarðhamar Chang

Tey flestu av okkum hava óivað meira enn einaferð ynskt okkum meira enn vit hava. Eg veit, at eg havi hugsað hetta meira enn 1000 ferð! “Hevði eg bara havt ta nýggjastu telefonina”, “Hevði eg bara havt meira pengar” ella “Hevði eg bara sæð betri út”.

Hvat sigur Gud til alt hetta? Fyrra helvt av Seinna Pætursbrævi kapittul 1 ørindi 3 ljóðar soleiðis: “Við tað at hansara guddómligi máttur hevur givið okkum alt tað, sum hoyrir til lívs”. Leggið til merkis, at Pætur sigur, at Gud HEVUR givið okkum alt tað, sum hoyrir til lívið.

Pætur skrivar her í tátíð, og tað er langt síðani Pætur livdi og skrivaði hetta, men vit hava eisini fingið alt givið, ið okkum tørvar til lívs í dag – gleði, kærleika, pengar, mat og klæðir. Í okkara samfelag í dag, har pengar, útsjónd, sosialar miðlar og annað hava tikið ræðið á okkum, er tað so lætt at ynskja sær, at vit høvdu meira, sóu betri út og so framvegis. Eisini hugsa vit, at vit kunnu leggja øll hesi ynskini fram fyri Gud, í vón um at hann svarar okkara “bønum”. Men Gud hevur longu givið okkum alt tað, sum er neyðugt hjá okkum her á jørð. So vónandi er hetta ikki bert ein áminning til mín, men eisini míni systkin í Harranum. Latum okkum vera takksom fyri tað, vit hava, og latum okkum prísa vár Harra fyri tann hann er!

“Harri, eg gevi tær mítt hjarta, míni eygu, mínar vónir og dreymar. Tala til mín og lat títt ríki vera á jørð sum í himli. Amen”