Vit kunnu vita, um vit hava tað æviga lívið

Skrivað: Sólrun Poulsen

Vit lesa í Jóhannesi 3,36 ”Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guds verður verandi yvir honum.”

Í hesum versinum hjá Jóhannesi síggja vit, bæði hvat trúgv er og hvat vantrúgv er!

Trúgv er ikki at halda ella at meina eitt ella annað. Tað, sum er avgerandi, er, hvønn vit trúgva á, hvønn vit seta álit okkara á!

Trúgv okkara kann vera lítil ella stór, men tað, sum umræður, er hvønn vit trúgva og seta álit okkara á.

At trúgva er at hava givið Jesusi hjartað, soleiðis at tað er eitt persónligt forhold millum tann, ið trýr, og Jesus. Og vit lósu lyftið, ið fylgir við at hava hetta persónliga sambandið við Jesus. Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív! Hetta sigur skriftin okkum!

At vera soninum ólýðin er tað sama sum ikki at vilja trúgva á sonin!

Av hesum kunnu vit vita, um vit hava tað æviga lívið ella ikki!

Vit skulu stóla uppá Guds vitnisburð til okkara, at hann, ið hevur sonin, hevur lívið!