Vita vit veruliga, hvat Gud hevur sagt?

Skrivað: Dan Eliasen

“Man nú Gud hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?” (1 Mós 3,1b)

Hvat hevur Gud sagt? Tá ið vit ikki vita, hvat ið Gud hevur sagt, eru vit verjuleys fyri álopum djevulsins. Tað eru nógv, sum hava vent Gudi bakið, av tí at tey hildu Gud siga nakað annað, enn hann hevði sagt. Tað bleiv ongantíð kannað, um tað veruliga var soleiðis, hann segði. Djevulin brúkar sama máta at leiða menniskju burtur frá Gudi, sum hann gjørdi á tíðarinnar morgni.

Tað er ein andaligur bardagi um sálir okkara, sum ikki verður vunnin, uttan at vit eru latin í herklæði Guds og hava svørð Andans at berjast við. Hetta gjørdi Jesus, tá ið hann bleiv freistaður í oyðimørkini. Aftur og aftur vísti hann djevlinum á, hvat ið skrivað stendur. Og hann veik ikki frá orðinum. Tað var hansara einasta verja. “Skrivað stendur”, og “uppaftur stendur skrivað”, segði hann. Hvussu kundi hann svara soleiðis aftur? Jú, tí at hann kendi Guds orð.

Tí er tað umráðandi fyri teg og meg, at vit kenna Guds orð. Lesa tað, granska tað og halda fast við tað.