Vón fyri morgindagin
„Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! “
Jóh.14,27
Jørn Nielsen
Í 1954 var Billy Graham í London og helt eina stóra møtirøð. Tá var hann boðin til viðtal hjá Winston Churchill, sum spurdi: “Hava tygum veruliga eina sanna vón?”
Churchill hevði peikað á dagsins tíðindabløð við nógvum nívandi og óhugnaligum yvirskriftum. Forsætisráðharrin hevði nevnt orðið “vónloysi” ikki færri enn níggju ferðir, meðan harra Graham vitjaði í Downing Street.
“Eg eri ein maður uttan nakra vón,” hevði hann sagt. Billy Graham fataði orðini sum eina bøn.
Billy Graham vissaði henda gamla státsmannin um, at vón var mitt í øllum vónloysinum, og hann las úr Nýggja Testamenti bæði um Jesu afturkomu og hin einfalda frelsuvegin fyri tann, sum søkir av álvara. Ásett var frammanundan, at viðtalið skuldi vara í 10 minuttir; men tað vardi í 40 minuttir, og forsætisráðharrin segði takksamur ja, tá ið tann amerikanski evangelisturin bjóðaði sær at biðja til Guds fyri honum.
Sami Billy Graham fekk fleiri ár seinni ein spurning frá John f. Kennedy: “Trýrt tú av sonnum, at Kristus kemur aftur?” Sjálvandi var svarið ja, tí henda komandi hending verður umtalað yvir 300 ferðir í Nýggja Testamenti.
Kristi koma er ein partur av trúarjáttan okkara; men tíverri, fá geva sær far um tað. Atfinningarnar eru t.d.: “Tað hava fólk tosað um í so mong ár, og einki er hent enn!” Bíblian kennir hesa atfinningina: “Hvat verður úr fyrijáttanini?” (2. Pæt. 3,4)
Men við tað at … “ein dagur er hjá Harranum sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur” (2. Pæt. 3,8), so er best hjá tær at taka Guds orð álvarsligt, og tað sigur at: “… enn er bert ein evurslítil stund, tá kemur tann, sum eigur at koma, og hann skal ikki dvølja.” Hebr. 10,37.
Fyri øll, sum hava tikið ímóti Jesusi Kristi sum Frelsara og Harra, fer tað at verða ein gleðinnar dagur. Fyri tey, sum ikki vilja vita av honum í einum landi, har annars evangeliið er at hoyra, fer tað at verða øvugt. Eingin kann vera uttanveltaður. Tað er fyri ella ímóti.
Hvat er títt val?
“Evangelisten” E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

