Turkaland: Andrew Brunson leyslatin

Dansk Europamission boðar beint nú frá á heimasíðu síni, at amerikanski presturin Andrew Brunson í Turkalandi nú endiliga er latin leysur og kann fara heim.

Trúboðin hevur fleiri ferðir skrivað um Brunson, sum fyrst sat í fongsli frá oktober 2016, og síðani í húsavarðhaldi síðani í juli í ár. Hann varð lagdur undir at hava samstarvað við Fetullah Gülen, sum Turkaland heldur stóð aftanfyri miseydnaða hernaðarkvettið í 2016. Eisini hevur Brunson verið ákærdur fyri ‘kristnan’, tí hann hevur boðað kristna gleðiboðskapin fyri kurdum. Sambært myndugleikunum hevði tað til endamáls at eggja kurdum til uppreistur móti turkiska statinum.

Brunson hevur fleiri ferðir alment lagt dýran við, at hann er ósekur, og at hann í roynd og veru er fongslaður fyri sína trúgv og kristiliga virksemi.

Málið um Brunson hevur verið frammi á hægsta politiska stigi. Millum annað hevur amerikanski forsetin Donald Trump umrøtt málið á fundi við turkiska forsetan Recep Tayyip Erdoğan. Tað hevur ljóðað, at Erdogan hevur nýtt Brunson til at trýsta USA til at útflýggja Gülen, sum býr í USA, og at Trump hinvegin síðani hevur lagt revsitoll á turkiskt stál fyri at leggja trýst á Turkaland at lata Brunson leysan.

LES EISINI  365 milliónir kristin eru fyri forfylging
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina