Andsperran er tekin um mítt íkast

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Mong eru vit í dagsins samfelag, ið javnan ella av og á ganga á onkrari venjingarmiðstøð, renna, spæla heilsufótbólt, dyppa o.s.fr. Tá eg tosi fyri meg sjálva fyrst, so haldi eg, at eg havi tørv á at røra meg meira. Eg vil gjarna koma í betri form fyri mína egnu skuld. Og sum miðalaldrandi veit eg, at vandin fyri alskyns sjúkum, blóðtøppum, høgum blóðtrýsti, trupulleikum við knøum, mjadnum, og hvat veit eg, er nógv størri, um eg bara siti á míni fløtu og als einki geri, serliga í mínum alduri. Jú eldri vit gerast, verri er at sleppa av við kiloini, ið leggjast afturat. Summi av okkum fara kanska í panikk, tí vit finna útav, at nøkur grá hár kaga undan, onkur rukka er komin til sjóndar, sjón og hoyrn fara at bila, ein svimjiringur er komin um miðjuna og…… og…… og!

Nú havi eg gingið til okkurt venjingarskeið, har eg havi skulað súkklað í 20 min. út í eitt við skiftandi ferð og mótbrekku. Síðani hava aðrar strævnar venjingar verið á skrá. Púra óvon við hesar venjingar havi eg verið fullkomiliga pøst og dýggjvát í sveitta. Lørini hava skolvið, og eg spyrji meg sjálva, hví eg havi funnið uppá hetta. Eisini eri eg ein av teimum mongu, sum er farin at loypa á bláman saman við øðrum dypparum. Hetta kennist so ómetaliga gott í so mangar mátar. MEN….. tá man stoytir allan kroppin í sjógvin kennist hesin ræðuligi kuldin. Til tíðir pínir tað beinleiðis í húðini og alt stirðnar. Aftur har hugsi eg, hvussu tað bar til, at nakar fekk lokkað meg til hendan ørskapin. Hvussu kann tað vera gott fyri nakað sum helst? Soleiðis hava heilt víst nógv tað, ímeðan tey eru ígongd. Tú pressar teg sjálvan til at megna nakað kropsligt, tú hevur sett tær fyri. Í tilgongdini kennist tað sera strævið, sum nakað ein als ikki megnar, í summum førum beinleiðis pínufult. Men eg havi sjálv valt at gera tað, tí eg veit, at hetta er neyðugt fyri at koma til tað góða úrslitið, alt stríðið gevur. Hóast andsperru dagin eftir er kenslan aftaná so ótrúliga góð. Ein vælvera breiðir seg yvir kroppin, og tú merkir eina sunna møði. Og skjótt merkir tú eisini úrslitið av tínum harða arbeiði.

LES EISINI  Sjokulátukristin, sum broyttu Ongland

Hví er tað so, at eg eri farin at reklamera fyri m.a. venjingarstøðum og dypping? Tað er ikki tí, at eg eri so super sunn og klár at standa á nakrari forsíðu sum model. Men nú er tað soleiðis, at eg kenni tað neyðugt fyri meg at vera kropsliga virknað. Eg havi tað betri, tá eg røri meg. Eg havi tørv á at koma út í fríska luft, ganga úti í náttúruni, fáa pulsin upp onkusvegna. Tað er neyðugt fyri at sál og likam skal fáa tað gott. Eg eri ikki altíð so motiverað. Tað er meira enn so, at eg heldur hevði viljað ligið á sofuni í frið. Men tað sló meg herfyri, tá eg sat á hesi kondisúkkluni og puffaði og suffaði av møði, at tað hevur eitt endamál. Tað kemur eitt úrslit burturúr allari hesari ”líðingini”. Og tað verður eitt gott úrslit.

Okkara andaliga lív er einki undantak; tað hevur eisini tørv á røkt. Og tað gera vit best við at vera virkin á ymsan hátt. Vit koma heilt víst at renna okkum í nógva mótstøðu ofta. Tað fer heilt víst at vera strævið. Og summi verða roynd hart uttan at skilja hví, tað er so. Viðhvørt er lættari bara at sleppa sær undan øllum. Hví biðja og lesa Guðs Orð? Hví hava ábyrgd, hvat gevur tað mær? Men jú longri tíð, ið gongur millum okkara samfelag við Guð bæði heima og í meinigheitini, dølskari gerast vit júst sum við kropsligum venjingum. Tað er so ómetaliga skjótt at gerst lætur og glíða burturímillum. Vit mugu halda tað við líka. Fyrr ella seinni skulu vit nokk síggja ágóðan av okkara úthaldni.

LES EISINI  Endurskin

2. Tim. 4,7-8: ”Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara.”

Andaligi felagsskapurin hevur tørv á røkt. Vilja vit ein andaligan felagsskap, so krevur tað, at vit geva nakað av okkum sjálvum. Vit mugu arbeiða fyri tí. Tað er til tíðir nógv hugaligari at sita heima í frið og sleppa frá at geva sítt íkast. Viðhvørt kennist tað møtimikið at skula hava ein leiklut í andaliga arbeiðinum: vit kenna okkum einsamøll, ódugandi, vit møta mótstøðu, tað riggar ikki, sum vit ætla, vit eru dølsk at finna røttu løtuna! Men við treysti og áliti á Guð, so vita vit, at lønin liggur fyri framman. Rættlætiskransurin liggur goymdur til mín, tann dagin eg komi á mál!

LES EISINI  Hvalvík og Streymnes á legu í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina