Aprílsøgan gjørdist ein stórur vitnisburður.

Ein vakran várdag avgjørdi Dianne Neal Mattews saman við familjuni at fara eina útferð. Tey fóru við einum toymi og ferðaleiðara inn í heimsins longstu holu, Mammoth Cave í Kentucky. Tey gingu inn í holuna og leiðarin fortaldi um, hvussu staðið var brúkt til kirkju og tænastur í 1800-talinum. Leiðarin fortaldi eisini, at tá í tíðini var bert ein oljulampa, ið gav fólkunum ljós.

Sum eina aprílsøgu fortaldi ferðaleiðarin, at restina av túrinum fóru tey at ganga við bara einari oljulampu, og síðani vóru øll onnur ljós sløkt. Holan gjørdist myrk, og eftir var bert oljulampan í hondini á leiðaranum. Øll 50 fólkini, sum vóru við, stillaðu seg so nær leiðaranum sum møguligt.

Ein lætti hoyrdist á mannamúgvuni, tá tey skiltu, at hetta bert var ein aprílsøga. Ljósini tendaðust aftur, og túrurin helt fram.

Upplivingin gjørdist sera stór fyri Dianne. Hon bleiv við at hugsa um hesa løtu, tá øll ljósini sløknaðu og øll krøktu seg í leiðaran. Hon hugsaði aftur og aftur – ”Gera vit eisini tað í gerandisdegnum? Tá eg ikki finni ein útveg frá mínum trupulleikum, vendi eg mær uttan at hugsa til tann, ið nevnir seg heimsins ljós?

LES EISINI  Fyrrverandi rúsevnisseljarar hjálpa misnýtarum

”«Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós»” (Jóh 8,12).

– Jesus lovaði, at so leingi eg fylgi honum, vil hann lýsa og vegleiða meg á míni leið. Lívið broytist viðhvørt, og eg skilji ikki altíð alt sum hendir, og hví Gud loyvir summum at henda, sum eg ikki ynski. Men eg havi Jesu lyfti og kann lesa um Jesus og lyftini í bíbliuni – hansara nærvera leiðir meg á mínum veg, sigur Dianne og leggur afturat, at tað er eingin orsøk at ganga runt í myrkinum, tá tú kanst halda teg nær at hansara ljósi.

Kelda: guideposts.org

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina