Arbeiðið at skifta vindeygu í Leguhúsinum byrjað

Í góðveðrinum tíðliga í morgun byrjaði arbeiðið at skifta øll vindeygu í gamla partinum av Leguhúsinum í Nesvík. Talan er um góðar 1200 fermetrar av glas-fasadu, sum skal skiftast, og væntast hetta at koma at spara Leguhúsinum meira enn 100.000 kr um árið í oljuútreiðslum.

Gomlu rútarnir, ið eru frá tá Leguhúsið varð bygt, eru ein stórur orkuslúkur í Leguhúsinum í dag. Við at skifta verður bjálvingin munandi betur og harvið orkunýtslan minkað nógv. Metta sparingin er ein konservativ meting, tí her er hædd ikki tikin fyri teimum mongu rútunum, sum eru punkteraðir umframt at bjálvingin rundan um vindeyguni er vánalig.

Mett verður eisini, at hetta kemur at svara til eina minking í eini 28 tonsum av CO² útláti árliga frá Leguhúsinum, sum brúkar eini 50.000 litrar av olju um árið.

Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið liggur um 1 mió. kr. Hetta umfatar eisini stóru glas-fasaduna í matarsalinum, har tað nú verða færri sprossar og munandi betur útsýni oman ímóti spæliplássinum og hylinum.

Vilt tú sum einstaklingur ella fyritøka vera við til at stuðla hesum, kanst tú flyta eina gávu á konto 9181-120.251.2 og viðmerkja ‘stuðul til vindeygu’.

Hetta er eitt av fleiri ætlaðum átøkum fyri orkusparingar í Leguhúsinum. Ein orkubólkur við serfrøðingum gjørdi í vár eitt drúgt kanningararbeiði – sjálvboðið – við ítøkiligum tilmælum til at minka um orkunýtsluna og somuleiðis at minka um CO2 útlátið í Leguhúsinum í Nesvík.

LES EISINI  Arbeiðsdagur í Nesvík

Arbeiðið við at taka gomlu rútarnar úr byrjaði tíðliga í morgun, og áðrenn kl. 9 vóru longu tríggir rútar tiknir úr. Arbeiðið at skifta allar rútarnar væntast taka um 5-6 vikur, um veðrið loyvir tí.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina