Arbeiðsdagur í Nesvík í morgin!
So er tað í morgin, at árligi arbeiðsdagurin er í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er ein dagur, har øll kunnu vera við til ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur. Hesaferð verður eitt nú nakað av elarbeiði, forskallingsarbeiði, máling, vasking og nógv annað.
Húsavørðurin Jens Pauli í Dali leggur uppgávurnar til rættis, og álitisfólk eru til hvørja einstaka uppgávu. Tað er ovmikið at gera til allar hendur, og bæði kvinnur og menn, ung og gomul, kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta leguhúsinum enn betri. Vónandi verða mong við aftur hesaferð, tí arbeiðsdagarnir muna væl, og úrslitið er til gleði fyri tey mongu børnini, ungu og vaksnu, sum koma á legu og onnur tiltøk í húsinum.
Byrjað verður við andakt og morgundrekka klokkan 9, og so verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16. Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076, til jenspauli@mission.fo ella við at senda persónlig boð til Leguhúsið á facebook.
Húsavørðurin letur heilsa, at fólk eru vælkomin at taka onkur amboð við. Serliga verður hugsað um amboð til elarbeiði og uttanduraarbeiði (spakar, krákunev, hamarar o.s.fr.).