Argjafólk skipa fyri missiónsviku í næstu viku

Í døgunum 11.-16. februar er missiónsvika í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum.

Lagt verður fyri týskvøldið klokkan 19.30 við møti. Alfred Olsen talar, og Argjakórið syngur.

Mikukvøldið talar Hjalmar Hansen, og Gøtu kirkju ungdómskór syngur.

Hóskvøldið eru tað norðoyingar, sum vitja. Rannvá Langgaard talar, og manskór úr Klaksvík syngur.

Jákup Justinussen talar fríggjakvøldið klokkan 19.30, og Blátt Gras spælir og syngur.

Leygarmorgunin verður morgunmatur klokkan 9.30 við eini familjuandakt.

Um kvøldið tala Elsa og Carsten Fonsdal Mikkelsen, og Porkeriskórið syngur. Tá verður innsavnan.

Síðsta møti á missiónsvikuni á Argjum er sunnukvøldið klokkan 18. Tá talar Bergur D. Joensen, og Tabitha syngur. Eisini verður innsavnan.

Meira fæst at vita um missiónsvikuna og arbeiðið í húsinum sum heild á koma.fo

LES EISINI  Missiónsvikan í Sandavági er byrjað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina