Árligi formansfundurin verður í næstu viku

Seinastu árini hevur leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónina hvørt ár bjóðað formonnum og næstformonnum (monnum og kvinnum) í missións- og meinigheitshúsum kring landið til ein “formansfund”. Hetta er eitt óformligt kvøld, og endamálið er at styrkja sambandið millum felagsarbeiðið og arbeiðini úti um landið. Í ár verður fundurin mikukvøldið 11. september í Meinigheitshúsinum í Havn, og tað serliga hesaferð er, at ikki bert formenn og næstformenn, men eisini allir aðrir stýrislimir verða bodnir við á fundin.

Meiningin við kvøldinum er, at tær staðbundnu leiðslurnar og landsleiðslan kunnu tosa saman um mál og viðurskifti í missiónsarbeiðnum. Høvuðsstýrið hevur tvey mál á skránni, og staðbundnu stýrini kunnu leggja mál fram, sum tey vilja hava viðgjørd. Tað kunnu bæði vera avbjóðingar og sólskinsøgur, ítøkilig mál ella hugskot.

Málini, sum høvuðsstýrið hevur sett á skránna í ár, eru “kristni næstrakærleikin” og “fígging til at seta tveir nýggjar trúboðarar”.

Sum nevnt er kvøldið óformligt, og døgurði er á skránni. Stýrini um landið hava fingið innbjóðing, og mint verður á, at neyðugt er at boða frá luttøku sum skjótast. Fundurin byrjar klokkan 17 og verður lagdur soleiðis til rættis, at hann er liðugur áðrenn klokkan 21, so at tað ber til at sleppa suður aftur við Smyrli og Teistanum.

LES EISINI  Gott at møta stýrislimum úr øllum landinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina