Ársmøtið 2019: “At tæna í trúgv, vón og kærleika”

5. og 6. apríl heldur Kirkjuliga Heimamissiónin aftur ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er árliga høvið at koma saman um tað víðfevnda arbeiðið, sum verður gjørt fyri børn, ung og vaksin, bæði á landi, sjógvi og úti í heimi.

Seinastu árini hevur ársmøtið verðið hildið í Leguhúsinum í Nesvík, og so verður aftur í ár. Væntandi er hetta síðsta ársmøtið, har verandi salur verður nýttur bæði til møti- og matsal, tí hann verður matsalur burturav, tá útbyggingin er liðug og millum annað nýggja høllin verður tikin í nýtslu.

Lagt verður fyri fríggjakvøldið 5. apríl við felags ungdómsmøti. Tá plaga ung úr stórum pørtum av landinum at koma saman til eitt rimmar ungdómstiltak.

Hvussu kann eg vera við?

Hesaferð snýr ársmøtið seg um “at tæna í trúgv, vón og kærleika”, og fyri at vísa á tveir ítøkiligar møguleikar, hvar tann einstaki kann bjóða seg fram til at vera við, verða tvey upplegg leygarmorgunin. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, greiðir frá um arbeiðsuppgávur í sjómansmissiónini, og Øssur Kjølbro, miðlaleiðari, greiðir frá um arbeiðsuppgávur við hesum netmiðlinum trubodin.fo.

LES EISINI  Landsskrivstovan stongd 4.apríl

Seinnapartin verður tann formligi parturin av ársmøtinum við formansfrágreiðing, arbeiðsfrágreiðing og fíggjarfrágreiðing, og eftir ein góðan drekkamunn verður ein felags sangløta, sum Ásbjørn Berthelsen leiðir.

Um kvøldið talar Pól Johannessen, trúboðari, um sama evnið, ið er heitið fyri ársmøtið í ár, og millum annað verður góð sangframførsla eisini.

Umframt andligu føðina verður sjálvandi eisini nógvur og góður matur gjørdur, so øll kunnu fáa døgurða og nátturða fyri ein sámiligan kostnað.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina