Ársmøtið verður leygardagin í Nesvík
Seinastu árini hava ársmøtini verið frá fríggjakvøld til leygarkvøld, men í ár er skráin broytt soleiðis, at tað byrjar og endar leygardag.
Dagurin hevur nógv at bjóða. Hann byrjar við morgunmati kl. 9 og endar við ungdómsmøti kl. 21:30
Á skránni eru millum annað frágreiðingar um arbeiði hjá Heimamissiónini, pallborðsfundur, bíbliutími og møti.
Øll skráin sæst niðanfyri.
Vit gleða okkum at síggja teg!
Skráin fyri ársmøtið í Nesvík
Kl. 9.00: Morgunmatur
Kl. 10.00: Sprint Aagaard Korsholm – “Hvat er náðigávur?”
Høvi verður til orðaskifti
Kl. 12.00: Døgurði
Kl. 13.00: Frágreiðing frá arbeiðnum
Formansfrágreiðing frá Símuni Jacobsen, formanni
Arbeiðsfrágreiðing frá Andriasi Magnussen, aðalskrivara
Fíggjarfrágreiðing frá Spekt
Høvi verður at seta spurningar og gera viðmerkingar
Kl. 15.00: Drekka
Kl. 16.00: Pallborðsfundur “Komið tosið um Jesus”
v/ Jákup Brúsá, Joan Niclassen og Signar á Reynatrøð
Kl. 18.00: Nátturði
Kl. 19.00: Møti
Sprint Aagaard Korsholm talar: “Brennandi í Andanum”
Sangframførsla við New Praise
Barnaansing
Innsavnan til Heimamissiónina
Drekkamuður
Kl. 21.30 Felagsungdómsmøti
GOTT AT VITA
Tekning er ikki neyðug til máltíðirnar leygardag, men til ber at rinda 50 kr. fyri ávikavist døgurða og nátturða (børn undir 14 hálvan prís).
ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN Á ÁRSMØTIÐ!