Ársmøtið 2022 í orð og myndum

Ársmøtið 2022 hjá Kirkjuligu Heimamissiónini var í Nesvík 1.- 2. apríl og byrjaði við felagsungdómsmøti fríggjakvøldið. Beinir Langgaard talaði og Anna Lovis Mýri framførdi.

Á ungdómsmøtinum varð biðið fyri Dániali Olsen, sum er ungdómssamskipari. Eisini varð biðið fyri LUN (LandsUngdómsNevndini), sum hevur fingið nýggjan formann – Beinir Langgaard. Tí var eisini høvi nýtt til at takka Jákupi E. Petersen fyri tíðina, sum hann hevur verið formaður í LUN.

Ársmøtið helt fram leygardagin 2. apríl kl.9 við góðum morgunmati og hugnaligum práti. Fyrsta punktið á skránni var við Jákupi Reinert Hansen, ið helt ein spennandi fyrilestur um evnið við heitinum: Við hjarta, munni, hendi – Eyðkenni hjá vekingarrørslunum.  

Fyrilesturin greiddi frá pietismuni í 17. og 18. øld og setti spurningin, hvørt hesi eyðkenni framvegis síggjast aftur í Heimamissiónini í dag – og um tey yvirhøvur hava týdning longur. Heri Kjærbo og Jákup Petersen vóru frammanundan bidnir at koma við viðmerkingum til fyrilesturin hjá Jákupi. Teir løgdu tí fyri við nøkrum tankum aftaná fyrilesturin. Síðani vóru øll vælkomin við spurningum og viðmerkingum.

Aftaná døgurðasteðgin varð hildið fram við Símuni Jacobsen, formanni, sum í síni formansfrágreiðing kom millum annað inn á stóru møguleikarnar, Kirkjuliga Heimamissiónin og ikki minst miðladeildin hjá Trúboðanum hevur at náa breitt út til føroyska fólkið við at gagnnýta og troyta teir mongu talgildu miðlarnar, vit í stóran mun longu hava í Nesvík. Somuleiðis kom Símun inn á nýggja Háskúlan í Nesvík, háskúlaleiðaran og nakrar tankar og mál við hesum skúla og teir menningarmøguleikar, hesin kann fáa fyri Kirkjuligu Heimamissiónina. 

Aftaná fekk aðalskrivarin, Andrias Magnussen orðið. Andrias lýsti fjølbroytta arbeiðið í Kirkjuligu Heimamissiónini og gav eina dagførda mynd av fjølbrotta arbeiðnum í rørsluni, eitt nú gav hann eina stutta lýsing av starvsfólkahópinum og teim uppgávum, vit taka okkum av á skrivstovuni, miðladeildini, legusamskipan, barna- og ungdómsarbiði, og úteftirrættaða arbeiðið hjá trúboðarunum varð eisini nevnt. Andrias greiddi somuleiðis frá, at komandi stórmøtið, sum skuldi verið á Skúlanum í Giljanesi verður flutt til Skálar í staðin vegna umbyggingar har vesturi. Aðalskrivarin varpaði eisini ljós á ungdómsarbeiðið í HMU, nýggja háskúlan, leguhúsið, Trúboðan, altjóða missión vm. Høvið var eisini at koma við viðmerkingum og spurningum.  

Eftir hetta varð fíggjarfrágreiðing borin fram av Spekt. Roknskapurin vísti eitt lítið yvirskot, tá samlaðu útreiðslurnar verða hildnar upp ímóti samlaðu inntøkunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í 2021, heilt ítøkiligt var samlaða inntøkan í 2021 upp á 6.240.794 meðan samlaðu útreiðslurnar sama ár vóru 6.172.790

Høvi var eftir framløguna at seta spurningar viðvíkjandi roknskapinum til Spekt. Aftaná kaffisteðgin var sangløta við Harmonikavinum, har eisini trúboðarin, Ólavur spældi bass til felagssangin og hevði eina andakt. Síðsta punkt áðrenn nátturðan var ein frágreiðing frá Sjómanstrúboðaranum, Torleif Johannesen av komandi bók síni um føroysku Sjómanskvinnuringarnar og teirra stóra týdning  fyri føroyska samfelagið hesi nærum 100 árini, teir hava verið til.  

Eftir nátturðan talaði Pól Johannesen út frá evninum: “Jesu lærusveinar – altíð, allastaðni” 

Jan Jacobsen og onnur sungu.  

Símun Jacobsen hevði forbøn fyri nýggja starvsfólkinum, Edvard Poulsen
Innsavnað varð til Kirkjuliga Heimamissiónina fyri: 15.617,50
Hjartaliga takka vit fyri innkomnu gávurnar. 

Kvøldið endar við drekkamunni.