Spennandi fyrilestur til ársmøtið

Jákup Reinert Hansen fer til ársmøtið 2. apríl kl.10 fyrrapartin at halda spennandi fyrilestur í Nesvík. Evnið hevur heitið: Við hjarta, munni, hendi – Eyðkenni hjá vekingarrørslunum

Heimamissiónin hevur arvað fleiri eyðkenni frá teimum gomlu vekingarrørslunum. Fyrilesturin greiðir frá pietismuni í 17. og 18. øld og setir spurningin, um hesi eyðkenni framvegis síggjast aftur í Heimamissiónini í dag – og um tey yvirhøvur hava týdning longur. Lagt verður upp til kjak og sjálvrannsakan.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina