At játta synd fyri menniskjum

Bíblian talar nógv um týdningin av at játta synd. Bæði fyri Gudi og fyri okkara medmenniskjum.

Latið okkum siga eitt sindur um tað at játta syndir fyri menniskjum.

1. Vit skulu ikki játta synd fyri menniskjum fyri at blíva frelst, men tí vit eru frelst.

Í Jákupsbrævinum 5,16 stendur: “Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment.”

Gev tær far um, at Jákup her brúkar orðið “grøddir”. Ikki orðið “frelstir”. Aðrar umsetingar siga “lektir”. At játta synd fyri menniskjum ber sostatt ikki frelsuspurningin í sær. Tað fevnir um okkara kristnilív. Oyðiløgd viðurskifti í okkara lívi ella hjá øðrum skal lekjast aftur. Oyðiløgd viðurskifti manna millum kunnu fáast í rættlag.

Les hesi bíbliubrotini:
– Lukas 19,1-10: Frásøgnin um Sakeus
– Ápostlasøgan 19,17-20: Vekingin í Efesus

Menniskju vilja “rudda upp” eftir sær. Ikki fyri at blíva frelst, men tí tey eru frelst!

LES EISINI  Høvuðsmálið!

2. At biðja hvør annan um fyrigeving skal vera ein fylgja av Guds fyrigeving.

“Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristi” (Ef 4,32).

Vit hava sjálv møtt Guds kærleika. Einum frelsara sum elskar okkum. Tí  markleysu fyrigevingini. Her varð tað nýggja sinnalagið føtt. At møta Guds góðsku skapti hugin sjálv/ur at vera góð/ur. At møta Guds fyrigeving skapti hugin at gera upp við eitt menniskja.

At liva út Guds fyrigeving er ikki lætt. Men tað er rætt!

Vit kunnu stríðast við at fyrigeva, og við at taka ímóti fyrigeving. Tað er natúrligt. Men vit skulu ikki steingja fyri fyrigevingini. Hvørki av illvilja ella av sjálvgóðsku. Tað er oyðileggjandi og vandamikið.

Les Matteus 18,21-35!

3. Ein uppgerð við menniskju kann vera ógjørlig.

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hetta.

  • Viðkomandi er deyður. Ein má í ávísum føri draga familjuna uppí, sum als ikki veit, hvat tað snýr seg um.
  • Long tíð er umliðin, sum ger eina uppgerð verri at fáa í lag. Tað er so langt síðan, at tað hendi.
  • Fjarstøða reint landafrøðiliga, ella ókunnleiki um lívsstøðurnar hjá viðkomandi persónum ger tað trupult at fáa eina uppgerð í lag.
  • Málið háttar sær soleiðis, at tað bara gerst verri, um tú tekur “gamlar syndir” framaftur. Sár fara lætt upp at bløða, tá tú fert at “skava” í teimum aftur. Og tað er betri at liva víðari við arrum enn við bløðandi sárum!
    Bið um Guds hjálp til at lata tílík ónd viðurskifti liggja!
LES EISINI  Barnaumvending

4. Nýt ta persónligu samrøðuna.

Av og á kunnu viðurskifti í lívinum gerast so tung at bera, at ein eigur at leita sær hjálp hjá einum sálarhirða. Tú fert sostatt ikki til tann, sum tú hevur trupul viðurskifti við, men til ein “uttanveltaðan” persón. Innan fyri rammuna av áliti og tagnarskyldu hava mong funnið hjálp til at ganga “upprøtt” gjøgnum lívið. Tað er ofta gott at “tøma seg” í nærveru av einum øðrum menniskja. Tú verður ikki meir frelstur av tí. Men kanst fáa góða hjálp til hjarta og samvitsku.

 

Til umhugsanar…

Les Matteus 5,23-26.

Hvat sigur hetta bíbliubrotið tær um viðurskiftini millum fyrigeving og tænastu?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina