At vaksa og bera vøkstur
Tey flestu trúgvandi vita, at vit sum eru trúgvandi eru kallaði til at bera góðar fruktir til Harrans æru. Men tíðaverri er tað ikki altíð so lætt at bera góðar fruktir. Satt at siga er tað ómøguligt hjá okkum at bera góðar fruktir av okkum sjálvum. Tað er bara við andans hjálp at hetta er møguligt. Og tað er ein fragd at síggja Harran gera hesa broyting í tí einstaka. Og soleiðis broyta okkum, so vit líkjast honum meira.
Men hvussu bera vit so hesar góðu fruktirnar, sum eiga at vera sjónligar í okkum. Tað gera vit við at lata Harran umbroyta okkum meir og meir fyri hvønn dag og hvørja løtu, sum vit fáa her á fold.
Dávid gevur okkum uppskriftina til hetta í sínum fyrsta sálmi, tá hann sigur at vit skulu ikki fylgja ráðunum sum heimurin bjóðar, men heldur skulu vit halda okkum nær at Guði og hansara orðið, tí tá eru vit sum træðið sum stendur við ánna og fær tað føði sum tað tørvar allatíðina.
Um man lítir at hvussu røturnar síggja út á trænum, so síggja tær ofta óruddiligar og kaotiskar út, men tær hava tvær sera umráðandi uppgávur sum træðið ikki kann vera fyriuttan. Tær upptaka vætu og føðslu, samstundis sum tær halda trænum frá at koppa tá stormurin leikar á.
Tá røturnar upptakað føðslu ígjøgnum røturnar, ferð føðslan ígjøgnum viðabulin og út í tær flottu greinarnar. Soleiðis er tað eisini við okkara lívið tá vit halda okkum nær at Guði. Fyri at vit kunnu bera vøkstur fyri Harran, er tað alneyðugt at vit gera sum træðið og føra okkara “røtur” djúpt niður í Guðs orð og søkja Hann í bøn. Tá fer man at síggja at Harrin umbroytir okkum, og teir gerningar sum vit fyrr gjørdu broytast so heimurin sær Jesus ígjøgnum teir nýggju gerningarnar sum Harrin virkar ígjøgnum okkum. Ein síðuvinningur í hesum er at vit sleppa at síggja Harran brúka okkum, samstundis sum menniskju rundanum okkum broytast.
Jesus fer uppaftur longri tá hann talar um víntræðið og greinarnar í Jóhannes kapitul 15. Tá sigur hann at hann er træðið, og vit eru greinarnar. Hvat er tað ikki ein undurfullur sannleiki, at vit kunnu vera partur av hansara arbeiði her á jørð, har hann arbeiðir ígjøgnum okkum.
Øll menniskju á jørð uppliva mótgongd. Hetta er eisini galdandi fyri trúgvandi fólk, og sanniliga eisini á einum andaligari dimensión. Tá er tað gott at hava stórar og sterkar røtur, sum røkka langt inn í Guðs nærveru í hansara orðið. Somu viðurskiftið tekur Jesus upp tá hann tosar um líknilsið um sáðmannin í Markus kapitul 4. Har nevnir hann hvat hendir við teimum, sum ikki hava djúpar og sterkar røtur. Vøksturin hevur ongan kjans tá stormurin kemur. Jesus forklárar líknilsi við at siga at tey sum eru planta í tunna jørð (gaddajørð) eru tey sum ikki standast tá trongd ella atsóknir fyri orðsins skuld koma.
At okkara greinar onkuntíð síggja út til at vera óruddiliga og kaotiskar út, kann líknast við hvussu vit ofta føla at vit eru og síggja út yvir fyri menniskjum og Guði. Tá er umráðandi hjá okkum at minnast til hvør Guð er, og minnast til at tað er hann sum gevur føðslu til hvønn dag at bera góða frukt. Somuleiðs at tað er hann sum er mentur at brúka okkara órudd og kaos til at geva tí flottastu fruktirnar sum vit ikki ikki føla okkum før fyri at geva.
Nógv trúgvandi spyrja eftir hvat teirra kall er. Summi fáa ávís kall frá Guði og tað er gott fyri at tey at vita hvat teirra pláss er í Guðs víngarðið. Men vit hava øll fingið ein uppgávu og kall, sum er eitt nógv stóri kall, og tað er er at bera góðar fruktir til Harrans æru. Hetta er eitt privilegium, sum vit sleppa at ganga í hvønn dag restina av lívinum, og síðani halda á við hesum heima himli, tá hetta lív er yvirstaðið. Munurin ímillum lívið her, og har heima er at tá er eingin stormur meir sum kann koyra okkum koll. Einans gleðin yvir at sleppa æra Hann við okkara góðu fruktum. Men lat okkum øll hjálpa og uppmuntra hvønn annan til at bera hesa flottu fruktir til vit standa har heima, og síðani gleðast yvir at vit sleppa at gera tað víðari í allar ævir.