Átrúnaður í almenna rúminum 1. partur

Mikukvøldið 19. oktobur 2022 skipaði Háskúlin í Nesvík fyri fyrstuferð fyri tiltakinum ”Trúgv og Samfelag”, ið hesaferð snúði seg um átrúnað í almenna rúminum.

Jógvan Fríðriksson, biskupur og Heina í Skorini løgdu fyri við hvør sínum fyrilestri og eftir tað kjakaðust Ruth Vang, Jaspur Langgaard, løgtingslimir og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur – undir leiðslu av orðstýrara, Ova Brim.

Vit hava tikið fyrilestranar og kjakið upp, og tú kanst lurta við at trýsta á leinkið niðanfyri ella á Spotify ella á Apple Podcast. Í dag leggja vit fyrrra partin út, sum er tveir fyrilestrar hjá ávíkavist Jógvani Fríðriksson, biskupi og Heina í Skorini.

Annar partur er at finna her

LES EISINI  Jóannis Fonsdal: Tungan hevur mátt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina