Átrúnaður í almenna rúminum 2. partur 

Seinasta týsdag løgdu vit fyrra part av upptøkunum frá tiltakinum”Trúgv og Samfelag” út. Tað var Háskúlanum í Nesvík, sum bjóðaði til fyrilestrar og kjak um átrúnað í almenna rúminum.  

Jógvan Fríðriksson, biskupur og Heina í Skorini løgdu fyri við hvør sínum fyrilestri og eftir tað kjakaðust Ruth Vang, Jaspur Langgaard, løgtingslimir og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur – undir leiðslu av orðstýrara, Ova Brim. 

Í dag leggja vit seinna partin út, har tú kanst lurta eftir kjakinum millum Ruth Vang, Jaspur Langgaard og Sjúrð Skaale. Tilber at hoyra fyrra part HER ella á Spotify ella Apple Podcast, har 2. partur eisini er tøkur. 

LES EISINI  Trúpoddurin 9. partur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina