Avdúkaður! 

Tá sendi Harrin Nátan til Dávids, og tá ið hann kom til hansara, segði hann við hann: «Tveir menn búðu í somu bygd; annar var ríkur og hin fátækur. Hin ríki átti nógv bæði av smalum og stórdýrum. Men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið gimburlamb, sum hann hevði keypt og alt upp; tað vaks upp saman við børnum hansara; tað át av breyðbita hansara og drakk av bikari hansara, svav við barm hansara og var honum eins og dóttir. Tá ið hin ríki einaferð fekk vitjan av vallara, troystaði hann sær ikki at taka nakað av smalum og stórdýrum sínum til tess at matgera fyri ferðamanninum, ið var komin til hansara; men hann tók gimburlambið hjá hinum fátæka og gav gesti sínum tað til matna.». Tá varð Dávid ógvuliga illur inn á mannin og mælti við Nátan: «So satt sum Harrin livir, eigur tann maður at láta lív, ið tílíkt hevur gjørt! Og lambið skal hann endurgjalda fýrafalt aftur fyri henda miskunnarleysa atburð sín!» Men Nátan segði við Dávid: «Tú ert maðurin”!
(2. Sám. 12, 1-7) 

Tað er ikki altíð so stuttligt at verða avdúkaður. Serliga um ein hevur gjørt okkurt skeivt, býtt ella flovisligt. Munnu ikki flestu okkara hava ymisk dømi um hetta, har vit høvdu ynskt at tað, vit gjørdu, ongantíð kom fram í ljósið?  

Sprotin sigur soleiðis um orðið at “avdúka”: 

  1. taka dúk ella klæði av (t.d. einum listaverki, ið verður sýnt fram fyri almenningi fyrstu ferð). Dømi: elsti maður í bygdini avdúkaði minnisvarðan 
  1. fáa greiðu á onkrum, sum hevur verið dult t.d. løgreglan avdúkaði tjóvarnar 

Orðið avdúking merkir altso at okkurt, sum var fjalt, kemur fram í ljósmála, soleiðis at onnur kunnu síggja tað. 

Í brotinum omanfyri verður Dávid kongur avdúkaður. “Tú ert maðurin”!, sigur Nátan profetur við hann. Ríki maðurin í søguni, sum tók einasta gimburlambið hjá tí fátæka, fyri at borðreiða fyri gesti sínum, er Dávid kongur sjálvur. Hann sum Guð so ríkiliga hevði signað við øllum góðum gávum, hevði gjørt nakað, sum Guð ikki kundi góðtaka. Hann hevði syndað!     

Hvat hevði Dávid gjørt? 

Dávid hevði sæð eina vakra kvinnu, Betsebu, sum hann fekk hug á. Og hóast hann fekk at vitað, at hon var gift øðrum manni, Urias, valdi hann kortini at taka hana inn á kongsborgina og fara í song við henni, meðan maðurin, sum var í bardaga, ikki var heima. 

Hóast hetta var skeivt, helt Dávid, at hetta var tað. Ein freisting, eitt fall, einki meir enn tað. Men so lætt gekk tað ikki. Tí nakað eftir sendi Batseba boð til Dávids og segði, at hon varð vorðin við barn.  

Tað var ikki ætlanin hjá Dávidi. Hvat skuldi hann nú gera? Jú, fyri at royna at fjala útyvir, at hann var pápin at barninum, sendi hann boð til Urias (mannin hjá Batsebu), at hann skuldi koma heim beinan-vegin. Urias kemur, men hóast Dávid snildisliga roynir at fáa Urias heim til konu sína, fyri at hann og onnur skulu halda, at hann er pápi at barninum, vil Urias ikki. Hann er ein ærukærur maður, sum ikki vil leggjast við konu sínari heima, meðan vinmennirnir eru í kríggi og sova úti onkustaðni.  

Hvat so Dávid? Kavabólturin er farin á rull og fyri at ótrúskapur hansara ikki skal koma fram í ljósmála, ger hann av at senda eitt innsigla bræv við Urias til herføraran hjá sær, Jóab. Í brævinum stendur, at Jóab skal seta Urias fremst í bardagan, har stríðið harðast leikar á og har tað er mest sannlíkt, at hann verður dripin. (Tað er harfrá at orðið “Urias postur” stavar tvs. eitt stað, har tað leikar harðast á). 

Og so gongur tað sum Dávid hevur planlagt. Urias doyr í krígnum óbeinleiðis dripin av Dávidi. Dávid tekur Batsebu til konu og búkurin hjá henni byrjar at vaksa. 

Hetta var tað. Eitt fall varð til eitt størri fall. Men nú var “case closed” og Dávid helt, at tað bara vóru hann, Batseba og Jóab, sum vistu um hetta. Og hóast Dávid píndist av hesum, vildi hann ikki at hetta loyndarmál skuldi verða avdúkað fyri nøkrum øðrum!  

Guð sær alt 

Men Guð visti alt um loyndarmálið hjá Dávidi, tí Guð sær og veit alt. Tað nyttar einki at fjala nakað fyri Guði!  

Guð sendi tí Nátan til Dávids fyri í kærleika at fáa fram í ljósi tað, sum Dávid royndi at fjala! Hetta fyri at Dávid, sum Guð elskaði, kundi fáa møguleika at játta sína synd og fáa fyrigeving. Ein uppgerð við Guð var neyðug fyri, at sambandið millum Dávid og Guð ikki skuldi fáa óbótaligan skaða.   

Eftir at Dávid varð avdúkaður, játtar hann yvirfyri Nátan: “Eg havi syndað móti Harranum!”. Og fær so beinanvegin at hoyra frá Nátani hesi lívsælu orð: “Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína, tú skalt ikki doyggja”.   

Syndin varð avdúkað. Tað var einki stuttligt og Dávid kundi eisini valt at nokta fyri øllum og blaka Nátan á dyr. Men hann ásannaði, at hann hevði syndað og fekk Guðs fyrigeving.  

Hetta var ein veldigur lætti og ein nýggj byrjan fyri Dávid. Tað kunnu vit eisini lesa meira um í Sálma 32 og 51, sum so væl lýsa tað, sum Dávid fór ígjøgnum hesa tíðina, tá hann var í syndaneyð.    

Dømi úr Sálma 32, 3-5 sæst niðanfyri:      

Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag; tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag. Mín lívsalvi tornaði upp sum í brennandi summarhita. Sela. Tá segði eg tær mína synd og duldi ei misbrot míni. Eg segði: Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar; og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína (Sl. 32, 3-5). 

Eg eri ikki so ringur! 

Nú kann tað gott vera at tú hugsar: So stóra synd havi eg ongantíð gjørt. Eg havi ikki verið ótrúgvur og ikki verið við til at dripið nakran! At Dávid var ein syndari, sum hevði brúk fyri fyrigeving, kann eg skilja, men hjá mær stendur ikki so illa til. Eg royni at liva eitt hampuligt lív og eri so ikki verri enn nakar annar, heldur ikki enn tey, sum ganga í missiónshúsinum! 

Eg skilji væl hesa hugsan, tí eg havi sjálvur hugsað soleiðis. Tá eg var ungur helt eg meg ikki vera verri enn øll “hini”. Eg var doyptur og konfirmeraður, gekk í kirkju viðhvørt, bað Faðir Vár, signaði meg og var ein fittur ungur maður, sum livdi eitt vanligt lív við skúla, arbeiði og ítrótti.  

Var eg ein syndari? Nei! Hevði eg brúk fyri fyrigeving og frelsu? Nei, hví tað? Eg var ikki verri enn nakar annar, og tá man ikki er í nakrari neyð, hvat skal man so bjargast frá? 

Hetta var áðrenn eg varð avdúkaður sum syndari.  

Ein fittur drongur 

Eg skal nú umrøða ein annan mann í Bíbliuni. Vit kenna ikki navnið á honum, men hann verður nevndur “ríki unglingin” í Matt. kapitul 19. 

Hesin maðurin var heilt øðrvísi enn Dávid. Vit lesa ikki um nakra stóra synd hjá honum, tvørturímóti! Hesin ungi maður royndi av øllum alvi at liva eitt so pent og gott lív, at ongin skuldi hava nakað at seta fingurin á, hvørki menniskju ella Guð.      

Hesin maðurin kom ein dagin til Jesus fyri at spyrja, hvat gott hann skuldi gera, fyri at arva ævigt lív?  

Jesus svarar honum við at biðja hann halda tey 10 boðini. Og nevnir nøkur av teimum: Tú mást ikki sláa í hel, ikki dríva hor, ikki stjala, ikki lúgva, æra faðir og móður og elska næsta tín sum sjálvan teg. Ungi maðurin svarar Jesusi (og meinar tað alvorligt): “Alt hetta havi eg hildið”, hvat meira skal eg gera? Maðurin helt seg vera so góðan, at hann helt seg hava hildið øll boðini alt lívið. Og spyr so: Er nakað meir, eg skal gera fyri at arva ævigt lív?  

Kom og fylg mær 

Men eins og við Dávidi, visti Jesus alt um henda unglingan. Jesus sá framvið allari tí vakru fasaduni, sum sá so gott út hjá hesum unglinga. Tí sigur Jesus við hann fyri at avdúka hann. “Um tú vilt vera fullkomin, far so og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli, og kom so og fylg mær!”.  

Og so lesa vit: “Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí hann átti nógva ogn”. Eg haldi, at hetta eru nøkur av mest sorgarfullu orðum í Bíbliuni. Hesi ungi, fitti, hampuligi maðurin, fór syrgin burtur…frá Jesusi!  

Eins og Dávid varð “ríki unglingin” avdúkaður. Heldur ikki hann var fullkomin, heldur ikki hann var góður nokk yvirfyri Guði, heldur ikki hann megnaði við góðum gerðum at klintra upp í Himmalin.  

Jesus avdúkaði, at maðurin ikki helt 1. boð, sum sigur: “Tú mást ikki hava aðrar gudar”. Ríki unglingin setti sítt álit á ríkidømi framum at seta sítt fulla álit á Guð.  

Sjálvandi hevði hesin unglingi heldur ikki hildið øll hini boðini, men tá Jesus avdúkar hesa einu synd í hansara lívi, vildi hann ikki vera við meira. Hann vildi ikki játta hetta og biðja um fyrigeving. Hann sá seg ikki sum nakran syndara og helt seg ikki hava brúk fyri fyrigeving og frelsu. Ístaðin vildi hann sjálvur royna at halda fram við at klintra upp í Himmalin við góðum gerðum.   

Ongin er góður nokk 

Trupulleikin er bara at eingin er góður nokk til at frelsa seg sjálvan. At vera góður og gera gott er gott, men tað frelsir ongan! Hvørki ríka unglingan ella nakran av okkum, sum liva í dag.  

Vit lesa nógvastaðni í Bíbliuni, at øll menniskju eru syndarar, sum hava brúk fyri fyrigeving og frelsu, fyri at koma inn í Guðs ríki. Og skal her bara taka tvey brot úr Róm. Kap fyri at undirstrika hetta:  

  • “Tí at øll hava syndað og teimum væntar Guðs heiður” (Róm. 3, 23) 
  • “Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein. Tann er eingin sum vitur er, tann er eingin sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir, tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti!” (Róm. 3, 10-12) 

Vit eru ØLL syndarar. Ongin megnar av sær sjálvum at klintra upp í Himmalin.  

Tey flestu vita bara ikki av tí, tí tey annaðhvørt ongantíð hava upplivað at verða avdúkað ella hava kveistrað alla avdúking til viks. Og siga sum ríki unglingin: “Eg passi meg sjálvan og klári meg sjálvan”. “Eg eri ikki verri enn onnur, so tað man fara at ganga hjá mær”. Trupulleikin er bara, at hetta smb. Guðs Orði ikki gongur!  

Øll hava brúk fyri frelsu 

Guðs orð lærir, at vit øll eru dálkað av synd. Summi stríðast kanska við “størri syndir” við størri fylgjum, meðan onnur bara eru miðal hampafólk, sum eins og ríki unglingin halda seg liva eitt pent lív, sum man fara at enda væl einaferð, tá vit fara yvirum deyðans gátt.  

Fyri Guði hevur støddin á syndini ikki so stóran týdning. Tí Guð er so heilagur, at hann ikki tolir nakra synd, og uttan syndafyrigeving endar tað galið hjá okkum øllum. 

Eftir at Jesu var farin til Himmals varð Heilagi Andin sendur her niður og høvuðsuppgávan hjá HA er í dag at sannføra (avdúka) menniskju sum syndarar, ið hava brúk fyri einum frelsara. Sjálvi megna vit ikki av avdúka okkum sjálvi, til tað eru vit ov fallin og blind.   

Men HA kann avdúka synd, bæði hjá tí fittasta og tí skitnasta syndaranum. Og tá vit verða avdúkað, standa vit fyri sama vali sum Dávid og ríki unglingin: Játta vit okkara synd ella kveistra vit hana til viks og rýma?  

Andin vil í kærleika vísa á synd, men vil eisini vísa á eina loysn fyri syndina. Hann peikar á Jesus, sum doyði á Golgata krossi fyri alla synd heimins – eisini mína og tína. Og vísir á “at so elskaði Guð heimin at hann gav son sín, hin einborna, til tess at hvør tann sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív (Jóh. 3, 16). Við at venda sær til Jesus, játta sína synd og biðja um fyrigeving, er bjarging at fáa – fyri allar syndarar. 

Eg avdúkaður! 

Eg skal enda við einum persónligum vitnisburði. Fyri 30 árum síðani var eg við í einum álvarsamum ferðsluóhappi. Eg misti vitið og vaknaði nakrar tímar seinni upp aftur á LS. Tá avdúkaði HA meg sum syndara! Og vísti mær á, at um eg hevði vaknað upp aftur hinumegin, hevði eg ikki komið til Himmals. Tvørturímóti hevði eg farið glataður inn í ævinleikan! Tað var ein sera ræðandi avdúking, sum píndi meg og sum eg mátti taka støðu til. 

Eg sum helt meg liva eitt hampuligt lív, fekk nú avdúkað, at eg livdi eitt lív í synd burtur frá Jesusi. Har eg sjálvur var Harri í egnum lívi uttan persónligt samband við Jesus. Eg kom eins og Dávid í syndaneyð og stríddist við hesa avdúking – og tí skilji eg so væl orðini í Sálma 32, sum eg vísti til omanfyri. Avdúkaður! Og nei, einki stuttligt. Eg stóð fyri einum vali og mátti taka eina støðu.  

Skuldi eg sum Dávid játta mína synd, biðja um fyrigeving og byrja eitt nýtt lív saman við Jesusi? Ella skuldi eg sum ríki unglingin kveistra hetta til viks og rýma frá Jesusi, fyri at halda fram á míni egnu leið, har eg livdi eitt “hampuligt” lív og vóna, at tað fór at bera á mál.  

Eg minnist at eg serliga hugsaði nógv um alt, ið eg fór at missa, um eg valdi at geva mítt lív til Jesus:  vinir, rúsdrekka, stuttleika og hvat fóru onnur at siga? Men eg takki Guði, at hann gav mær styrki til at gera sum Dávid: Eg játtaði mína synd, bað Jesus um fyrigeving og frelsu.  

Og hetta er mín vitnisburður: Jesus fyrigav mær alla mína synd og frelsti meg! Tann avgerðin broytti mítt lív. Tað varð ein nýggj byrjan, ið eg síðani ongantíð havi angrað. Nei, eg eri ikki blivin syndafríur síðani tá, men Jesus er mín persónligi frelsari og Harri í lívinum. Hann fyrigevur dagliga mína synd. Hann er mín besti vinur, hjálpari og vegleiðari í lívinum og tað er Hann, eg fyrst skal møta hinumegin deyðan í Himlinum. Er tað ikki veldugt! Gevur tað ikki lívinum innihald og vón! Er tað ikki ein gleðiboðskapur, ið er verdur at deila?  

Jesus ynskir eisini at frelsa teg  

Eg veit ikki hvussu tú, sum lesur hetta, hevur tað? Og veit heldur ikki, um tú kennir teg avdúkaða/n?  

Men um so er, vil eg heilsa tær og siga, at Jesus elskar teg júst, sum tú ert. Og vil fegin fyrigeva tær alla tína synd og frelsa teg. Óansæð hvør tú ert ella hvat tú hevur gjørt.    

Eg vil heita á teg um at gera sum Dávid, eg sjálvur og milliónir av øðrum hava gjørt upp gjøgnum tíðirnar: Kom til Jesus, játta tína synd og bið um fyrigeving og frelsu, har sum tú ert beint nú.  

Gert tú hetta í trúgv, so havi eg Guðs Orð uppá, at Jesus bæði kann og vil fyrigeva tær og koma inn í títt hjarta. Og so byrjar eitt nýtt og spennandi lív saman við Jesusi, bæði her í lívinum og í allar ævir.  

Eg skal enda við mínum konfirmatiónsørindi úr 1. Jóh. 1, 9, sum sigur tað so væl: 

“Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” 

Amen  
Kristian á Reynatrøð 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina