Bardagin um børnini

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Øll føroysk børn kenna teknifilmin “Frozen”, sum er mest sæddi teknifilmur í heiminum. Nú Disney arbeiðir við einum nýggjum Frozen-filmi, hava áhugabólkar lagt trýst á Disney um at lata høvuðspersónin Elsu vera lesbiska í Frozen 2. Ein og hvør skilir, hvat endamálið er. At ávirka milliardir kring heimin longu sum smábørn til at hugsa, at kynið á tínum maka einki hevur at týða. Stór undirskriftsinnsavning ímóti hesum er í gongd á alnetinum.

Herfyri skrivaði Anette Blach lesarabræv í Jyllands-Posten, har hon millum annað helt uppá, at “børn, sum vaksa upp í átrúnaðarligum heimum, fáa ikki eitt veruligt trúarfrælsi, tí tey verða løgd undir strangar likamligar og sálarligar reglur, sum seta síni merki á kropp og sál…” Hetta gera foreldrini í góðari trúgv, men tað er ikki rímiligt, at tey kunnu nýta sítt trúarfrælsi til soleiðis at kúga trúarfrælsið hjá børnunum, og tí eigur samfelagið at grípa inn, so ella so.

Hugsanin aftanfyri er sjálvandi, at tað ber til at geva børnum eina neutrala átrúnaðarliga (ella gudleysa) uppaling. Men tað ber ikki til, tí í veruliga lívinum er eingin neutralitetur, tá tað kemur til trúgv, sannføring og at ávirka børn. Tey, ið halda seg uppala síni børn átrúnaðarliga neutralt, ávirka eisini børnini, bara við relativismu, agnostisismu ella ateismu.

Tí øll foreldur ávirka síni børn. Ateisturin ávirkar síni børn. Agnostikarin ávirkar síni børn. Tann kristni ávirkar síni børn. Tann liberali ávirkar síni børn. Tann konservativi ávirkar síni børn. Tað slepst ikki uttanum, at virðisgrundarlagið og tilverufatanin hjá foreldrunum ávirkar uppalingina hjá børnunum. Stutt sagt kunnu børn ikki gerast vaksin uttan at verða ávirkað.

Onkur hevur eisini spurt, hví tað so ikki eisini verður tosað um onnur frælsi hjá børnunum, so sum politiskt frælsi til at gera sær sínar egnu politisku hugsanir. Hvat tá við teimum børnunum, hvørs foreldur dragsa børnini við til 1. maidagshald ella til gay pride?

Spurningurin er tí heldur, hvussu foreldur ávirka børnini á ein sunnan hátt, við røttu virðingini fyri barninum. Tí barnið er serliga viðkvæmt, og megnar ikki at hugsa sjálvstøðugt, kritiskt og sálda frá.

Og í síðsta enda er tað eisini spurningurin, hvør í grundini eigur børnini. Foreldrini ella samfelagið? Tað er eisini eitt hermót í bardaganum um børnini.

Upprunaliga var trúarfrælsi frælsi til at hava sína egnu trúgv, frítt at dýrka hana og geva hana til kennar í almenna rúminum. Nú verður hugtakið mangan snarað 180 stig til at snúgva seg um frælsi til at sleppa undan at hoyra um, hvat tú trýrt á, í øllum førum í almenna rúminum; tú kanst dýrka tín gud heima við hús (í øllum førum fyribils). Tí er tað ørkymlandi nú á døgum, tá júst talan um persónligt frælsi verður nýtt til at kúga persónliga frælsið hjá teimum, sum hava eina aðra trúgv enn dagsins meiriluti og nýta sítt frælsi til at ala síni børn upp í hesi trúgv.

Dømini omanfyri ganga fyri seg uttanlands, men ikki bara, tí okkara børn eru eisini partur av globala heiminum, eins og vit. Tað er ein bardagi um filmshetjurnar, um barna- og ungdómsbøkurnar, um lærubøkurnar og so framvegis. Og bara eitt er víst: Neutralitetur finst ikki! Tá tú avtekur eina virðisskipan, so innførir tú bara eina aðra.