Barnasangbók Føroya – eitt ummæli

Hvør er ummælarin? Um meg sjálvan kann eg heilt stutt siga, at eg arbeiði í einum barnaskúla og eri vanur at hava tónleik sum undirvísingargrein í yngstu flokkunum. Av hesum kenni eg tær flestu bøkurnar, sum nýttar verða í hesi undirvísing.

Um ítøkiliga partin av bókini kann eg siga, at hon er bæði vøkur og snøgg. Um ætlanin er, at børn, ið eru yngri enn 7 ár, skulu sita og blaða í henni, so er hon kanska bæði í størra og tyngra lagi. Til ber sjálvandi at sita saman við einum barni og syngja og vísa myndir. Men ilt er at ímynda sær, at børnini kunnu sita við einari bók sjálv og kaga og blaða.

Myndirnar eru sum heild sera vakrar og litfagrar. Fleiri ymisk listafólk eru sloppin framat, og tað er fínt. Men onkur av listafólkunum hava eftir mínum tykki gjørt í og so nógv av. Tað er sum um, at sangurin hvørvur í myndini og litahavinum. Sangteksturin er settur í aðru røð, og síðani er pensilin og myndevnið tað, ið er í fokus.

LES EISINI  Sunnudagsskúlasangbókin verður endurprentað

At tað eru fleiri ymisk listafólk ger, at tú ikki so lætt kanst ímynda tær, hvat fyri myndastíl tú møtir á næstu blaðsíðu. Hetta er spennandi, men til tíðir eisini eitt lítið sindur ørkymlandi. Eg haldi, at myndirnar helst ikki skulu taka nakað frá tekstunum. Skilt soleiðis, at myndirnar skulu vera har til at stuðla undir tekstin og harvið vera við til at fáa hugflogið á flog. Tað merkir sostatt, at mær dámar væl tær síðurnar, har tað er ein ávís javnvág ímillum tekstirnar og myndirnar, so at pláss eisini er hjá okkum lesarum ella sangarum at gera okkara egnum myndir.

At nótar og akkordir eru settar til tekstirnar er sera gott. Hetta lættir sera nógv um, tá ið syngjast skal. Tað er nógv lættari hjá okkum, ið skulu syngja og spæla. Hóast hetta ikki er tann stóri trupulleikin, so fari eg at nevna, at tað er eitt sindur tvørligt, at tað eru so nógvir sangir, ið eru settir í Es-dur og B-dur. Hetta eru ikki teir lættastu durarnir at fara í holt við, og serliga ikki um hugsað verður um tey, ið skulu spæla gittar. Væl veit eg, at tað til dømis ber til at seta eina capo á gittarina, men so skalt tú seta sangin, ið er settur í Es-dur, niður í eitt nú D-dur í høvdinum. Hví ikki hugsað øvugt? Set hann í D-dur í bókina, og so er lag á manni at seta eina capo á gittarina, ella at trýsta á –‘transpose-knøttin’, um tú spælir á einum el-klaveri, ið hevur hesa funktiónina.

LES EISINI  Sunnudagsskúlasangbókin verður endurprentað

Til seinast fari eg at siga eitt sindur um torførasta spurningin – sangvalið. Tað kann ikki vera lætt at sita og velja sangir til eina bók, sum hevur ósmædna heitið “Barnasangbók Føroya”. Um so er, at  útgevararnir við hesum heiti vilja siga, at hendan bókin nøktar tørvin hjá børnum í aldrinum 7 ár og yngri, so haldi eg, at tey fara eitt sindur skeiv. Fyri at gera úrvalsprosessina eitt sindur lættari, haldi eg, at tað átti at verið minst tvær ferðir so nógvir sangir í henni.

Væl veit eg, at tað ikki er lætt at gera øllum til vildar, men kanska átti ein sangur at verið settur á hvørja síðu, heldur enn ein á hvørja opnu. Rætt er, at tað eru nakrar síður, sum hava ein sang á hvørjari. Men varð hetta gjørt á hvørjari síðu, so vóru gott 200 sangir heldur enn sum nú – gott 100.

Hetta er ein fín bók og eitt gott íkast til føroyska barnasangskattin, so eg gevi henni 4 av 6 møguligum stjørnum.

LES EISINI  Sunnudagsskúlasangbókin verður endurprentað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina