Sunnudagsskúlasangbókin verður endurprentað

Eftir at hava verið útseld í longri tíð, verður góða gamla sunnudagsskúlasangbókin nú endurprentað. Sunnudagsskúlasangbókin varð útgivin í 2007 av Heimamissiónsforlagnum. Útgevarar vóru Kirkjuliga Heimamissiónin og Kirkjuliga Missiónsfelagið.

Fleiri hava ynskt, at sangbókin varð endurprentað, tí hjá sunnudagsskúlunum kring landið eru tær flestu væl brúkar og illa farnar. Innbindingin í gomlu bókini varð límað, og góðskan vísti seg ikki at vera nóg góð. Hesaferð verður sunnudagsskúlasangbókin innbundin við spiralheftingum, sum eisini er nógv betur, tá spælast skal undir til felagssangin.

Bókin er gomul, men sangirnir eru góðir og verða nógv brúktir. Fleiri sunnudagsskúlar brúka bert bókina, tá tey hava sunnudagsskúla, meðan fleiri bert vísa sangirnar á veggin. Tað ber til at finna nógvar góðar sangskattir á www.mission.fo, har akkordir eisini eru til tónleikarar.

 BÍLEGG SUNNUDAGSSKÚLASANGBÓKINA HER

Tíðin er nokk farin frá at framleiða eina heilt nýggja sunnudagsskúlabók, men arbeitt verður við at finna talgiltar loysnir. Vit eiga fleiri sangir, sum eru skrivaðir av fleiri av okkara dugnaliga fólki. Eitt nú eru fleiri sangir gjørdir til teir sangfagnaðir, ið hava verið undandandarin ár, sigur Erla Mortensen, samskipari fyri barna- og familjuarbeiðið.

LES EISINI  Online sunnudagsskúli við Elisabeth Gaard kl. 14.00

Fleiri sangir eru spældir inn í karaoke stíli, sum sunnudagsskúlar kunnu brúka til felagssang, har tað ikki eru so nógv, ið spæla uppá ljóðføri. Sangirnir kunnu tit finna her. Her kundu vit gott hugsað okkum, at dagføra við nýggjum sangum. So um nakar hevur hug at vera við í tí arbeiðinum, eru tit vælkomin at venda tykkum til samskiparan á 230074 ella erla@mission.fo.

Bókin verður seld á nethandlinum hjá Heimamissónsforlagnum. Longu nú kanst tú bíleggja tær bókina, sum verður send við postinum, tá hon er komin.

Sunnudagsskúlasangbókin kostar 100 kr.

BÍLEGG SUNNUDAGSSKÚLASANGBÓKINA HER

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina