Barnaumvending

Í einum ávísum samanhangi møtti eg einari kvinnu, sum heilt opið fortaldi mær um nakað, sum hon hevði upplivað sum barn:

– Tað var veking í heimbygd míni. Viku eftir viku fyltist missiónshúsið við fólki. Og mong góvu seg yvir til Guds. Bæði í missiónshúsinum og runt um í heimunum. Eg var bert 11 ár, tá hetta hendi. Men var við til møtini. Kvøld eftir kvøld. Og upplivdi á barnsins vísi tað, sum hendi: Sangirnar, vitnisburðarnar, talaran, bønarmøtini, smílið og tárini. Eg gloymi tað ongantíð. Men eg upplivdi meir. Vekingin náddi eisini mítt lív. Eg gjørdist meir enn áskoðari til tað, sum hendi. Vekingin tók sítt tak eisini í meg. Syndin gjørdist livandi og frelsukallið náddi barnahjartað. Eitt kvøldið var tað mín túrur. Eg boygdi knø saman við hinum. Bað Gud um fyrigeving fyri mínar syndir. Takkaði Jesusi fyri, at hann doyði eisini fyri meg, og segði, at eg vildi fylgja honum restina av lívinum.

LES EISINI  Kristin í loyndum

So langt gekk alt væl. Men so hendi nakað, sum gjørdi ilt. Tveir leiðarar tosaðu um møtið, sum hevði verið hetta kvøldið. Og við týðiligari tilvísing til gentuna, sum hevði verið á bønarmøtinum, segði annar spakuliga: – Barnaumvending.

Tað var helst ikki ætlanin, at eg skuldi hoyra tað. Men eg fataði bæði orðið og tónalagið, sum søgdu mær, at hetta kundi ein væl ikki líta so nógv á. Barnaumvending!

Eg havi ongantíð gloymt tað, sum hendi. Tankarnar, sum beinleiðis komu, eri eg ongantíð síðan sloppin av við. Hvat var skeivt við mínari umvending?

Var eg ov lítil til at geva Jesusi lív mítt?

Hvat skuldi verið øðrvísi?

Eg eri ongantíð vorðin umvend sum vaksin. Eg havi livað við Jesusi, síðan eg sum 10-11 ára gomul segði “ja” til Jesus. Er mín umvending ein røtt umvending? Ella er tað bara barnaumvending? Serliga tá eg upplivi myrkar løtur í lívinum, sníkja slíkir tankar seg inn…

LES EISINI  Bøn fram um alt

Hvat kunnu vit læra av hesari frásøgnini?
Fyrst: Hugsa tær, um vit kunnu læra at stýra okkara munni! Hvussu nógva pínu og óvissu hetta orðið, sagt í einum niðrandi tónalagi, hevur volt henni í lívinum, veit hon bara sjálv.

Orð kunnu lyfta og lekja, men eisini særa og drepa!

Síðani: Vit skulu læra ikki at lítilsvirða gudsupplivingar hjá børnum! Vit hava dømir úr Bíbliuni um menniskju, sum gjørdu týdningamiklar andaligar royndir longu sum børn. Hugsa um Sámuel, um tænastugentuna hjá Náamani ella um Jesus sjálvan. Kanska hava vit eisini tílíkar royndir í okkara egna lívi?

Vit mugu læra ikki at krevja vaksnar royndir av børnum.

Tey eru børn, og mugu hava loyvi at kenna og sannroyna á barna vísi. Teirra royndir eru ikki minni verdar av teirri grund! Tvørturímóti. Kanska eru tær ofta meira sannar og ektaðar enn hjá vaksnum?

At enda: Jesus legði ikki børnunum eina við, at tey skuldu vera sum tey vaksnu. Men hann bað tey vaksnu umvenda seg og verða sum børnini! (Matt 18)

LES EISINI  Hvat er at biðja?

Jesus hevði álit á barnaumvending! Hava vit tað?

 

Til umhugsanar…
Eingin kom ov tíðliga til Jesus. Men mong komu ov seint.

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina