Barnaváttanarlóg sett í gildi í dag

Tann 1. juni 2022 er barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Fleiri upplýsingar um lógina og vegleiðingar oa annað kunnu lesast við at fara inn á heimasíðuna hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum ella trýsta á hesa leinkju.

Sambært barnaváttanarlógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir, kirkjur og samkomur v.m. fáa barnaváttanir til vegar, áðrenn persónur verður settur í starv ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár.

Hetta merkir so heilt ítøkiligt, at Kirkjuliga Heimamissiónin í næstum sendir út eina vegleiðing til missións- og meinigheitshús um alt landið við nærri upplýsingum um, hvussu vit fyrihalda okkum til hetta og seta í verk mannagongdir í samband við hesa barnaváttanarlóg.