Barnaverndarstovan leitar eftir fosturheimum kring landið
Nógv virksemi er á Barnaverndarstovuni (BVS), sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Í ársfrágreiðingini fyri 2023, sum varð almannakunngjørd 21. juni, upplýsir BVS, at tað í 2023 vóru heili 949 barnaverndarmál. Tað er eitt heldur størri tal enn undanfarnu árini, tó at tað ikki víkir heilt av leið í mun til fólkavøksturin.
Eitt barnavernmál kann snúgva seg um nógv ymisk viðurskifti. Aloftast verður roynt at finna fram til fyriskipanir í heiminum hjá barninum, men í nøkrum førum er talan um, at umstøðurnar í heiminum eru soleiðis, at tað ikki ber til hjá einum barni at verða búgvandi heima. Tà verða stig tikin fyri at seta eitt barn heiman, so tað kemur í fostur hjá fosturfamilju ella verður sett á stovn
Eitt barn kann verða sett heiman:
- tá álvarsom vanrøkt er í mun til dagligu umsorganina fyri barninum
- um barnið er fyri harðskapi ella øðrum álvarsomum ágangi
- um líkt er til, at heilsa ella menning hjá barninum eru í vanda í heiminum
- um barnið hevur trupulleikar við misnýtslu, brotsligan atburð ella álvarsamar sosialar trupulleikar
- um barnið hevur atferðar- ella tillagingartrupulleikar
Í summum førum gevur barnaverndin foreldrum tilboð um umlætting hjá góðkendum fosturforeldrum í styttri ella longri tíð. Endamálið við hesum er at lætta um hjá foreldrum, sum ikki hava ella bert hava eitt avmarkað netverk og at fyribyrgja, at tað gerst neyðugt at seta barnið heiman. Ella hjá einsamøllum forsyrgjarum, sum hava tørv á umlætting av og á fyri at megna dagligu uppgávuna sum foreldur.
Mangla fosturfamiljur og umlættingarfamiljur
Í løtuni mangla bæði fosturfamiljur og umlættingarfamiljur í Føroyum. Hetta er galdandi bæði í høvuðsstaðarøkinum, í Eysturoy, í Suðuroy og í Klaksvík. Børnini, sum hava tørv á hesum, eru úr fýra árum upp í endan á tannáringaaldri. Í summum førum er talan um fleiri systkin, skrivar BVS í eini eftirlýsing eftir fosturfamiljum á teirra heimasíðu.
Eitt fosturheim er sambært barnaverndarlógini at skilja sum eitt heim, har fosturforeldur hava umsorgan fyri einum barni í styttri ella longri tíðarskeið, tá ið tað verður sett heiman. Talan kann m.a. vera um umlætting, bráðfeingis fosturheim og fosturheim, har børn verða sett fyribils ella varandi til fosturs.
BVS upplýsir, at tað í 2023 komu 17 nýggjar umsóknir inn til Fosturforeldraskipanina um at gerast fosturfamilja. Av teimum vóru 10 næstringar ella onnur, sum frammanundan eru partar av umhvørvinum hjá barninum.
Í ársfrágreiðingini upplýsir BVS, at 15% av teimum áheitanum, tey fáa, kemst av mistanka um harðskap. Tað umfatar bæði sálarligan, kropsligan og kynsligan harðskap. Men meira enn helvtin, nemliga 55% av áheitanum, snúgva seg um ymsar formar av misrøkt.
Tey seinastu 30% av áheitanum snúgva seg um hættisliga atferð hjá barninum.
Meira kann lesast um uppgávuna hjá fosturforeldrum á heimasíðuni hjá BVS.